Home Ung & Ítróttur Heita á fólk um at fáa sær armband

Heita á fólk um at fáa sær armband

by OML

Fyrireikararnir av Summar Festivalinum heita nú á fólk um at fáa sær armband í góðari tíð

Fyrireikararnir av Summar Festivalinum heita nú á fólk um at fáa sær armband í góðari tíð, tí roknast kann við kø við inngongdina hóskvøldið.

Stórt túsundtal av fólki ætlar sær á Summar Festivalin, og tí verður trýst á inngongdirnar hóskvøldið. Við at fáa sær armband áðrenn festivalin, ber til at sleppa undan at standa í kø við inngongdina.

Á høvuðsdeildini hjá Norðoya Sparikassa í Klaksvík og í Telebúðini í Klaksvík ber til at fáa armband í vanligum upplatingartíðum frá týsdegnum.

Á Torginum í SMS fer Summar Festivalurin týsdagin, mikudagin og hósdagin at hava bás, har tað ber til at fáa armband. Básurin hevur opið frá kl. 11:00 til 18:00.

Frá kl. 18:00 hósdagin ber til at fáa armband við inngongdina til Summar Festivalin.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.