Summar Festivalurin heitar á fólk um at fáa sær armband í góðari tíð, tí tað kunnu blíva køir við inngongdina í kvøld
Í kvøld byrjar 13. Summar Festivalurin, og eitt tað størsta poppnavnið í tónleikasøguni fer á pallin á Vágsbøi kl. 22:00.
Áhugin fyri konsertini hjá Cliff Richard og Summar Festivalinum sum heild er sera stórur, og fyrireikararnir rokna við fullum húsi í kvøld.
Tí verður heitt á fólk um at fáa sær armband sum skjótast. Armbond fáast í Telebúðini í Klaksvík, Norðoya Sparikassa í Klaksvík, Effo í Leirvík og á Torginum í SMS í Havn.
Heitt verður eisini á fólk um at koma í góðari tíð á festivalin í kvøld, tí roknast kann við, at tað blíva køir við inngongdina sum kvøldið líður. Konsertin við Cliff Richard byrjar stundisliga kl 22:00, og tá skulu teir mongu festivalgestirnar hava fingið armbond og verða sloppin inn.