Nú verður aftur lýst eftir einum aðalstjóra at standa á odda fyri Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.
Aðalstjórin er næsti ráðgevi hjá landsstýrismanninum og hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Aðalstjórin er ovasti leiðari fyri ráðið.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 5. september 2016 kl. 12.00.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Starvslýsingin kann lesast her
kelda:tinganes.fo