Home Vinnutíðindi Fjøldin av føroyingumov fjart frá fiskivinnuni

Fjøldin av føroyingumov fjart frá fiskivinnuni

by OML

Íverksetarahúsið hevur  síðani tað var stovnsett  verið ein depil sum  inspirerar og ráðgevur.

– Hugurin  er framvegis stórur at gerast íverksetari, her skal felags fatan til. – Men meiri neyðugt er nú enn ankrantíð at tað eru kapitalsterkar fyritøkur innan útflutningsvinnuna, sum enn snýr seg so gott sum bara um fisk, sum kunnu skorða undir.

 Øll samfeløg kenna til broytingartíðir. Eru ongar broytingar og tráan  eftir framsýnið fyri menning, er úrslitið givið.

Íverksetan – ella at seta í verk – er líka so gamalt, sum menniskjan. Skuldi menniskjan yvirliva, var íverksetan neyðug og tíðliga sást, at nøkur vóru, sum brutu upp úr nýggjum og løgdu rygg til. Soleiðis hevur heimurin ment seg upp til okkara dagar við stórum broytingum.

Fiskivinnan og fiskaalingin var og er nátúrlig í Føroyum, hon hevur  stórt sæð við síni íverksetan á sjógvi og á landi, við avleiddum vinnum,  við at leggja grundarlag undir fígging til øktar almennar umsitingar gjørt, at lívið varð lagað her á landi og onnur hava sett víðari í verk. Víðari íverksetan og gransking er ofta fíggjað av fiski- og alivinnuni.

Væl frá byrjan – hvat so

Sá nú ein dagin grein inni á Trendsonline, har Peter Torstensen, stjóri í startup-fyritøkunum Symbion og Accelrace  í práti við Rikke Nielsen, heldur fyri: “Vit hoyra ofta positivu søgurnar um íverksetarar, har tað eydnast við teirra verkætlanum í Danmark, sum verða hámettar við evnents sum Ársins Gazellum, Danish Entrepreneurship Awards og IVÆKSTprisen”. Men sambært Peter Torstensen, eru tað ”teir fægstu

Íverksetarar í Danmark, sum eru førir fyri at vaksa seg stórar og gerast veruligar vakstrarfyritøkur við 100 ella fleiri starvsfólkum ”.

Víðari sigur Peter Torstensen: “Tríggjar veruligar orsøkir eru fyri, at so fáar fyritøkur vaksa seg stórar. Í fyrsta lagi er danski marknaðurin ikki serliga stórur og harafturat eru ov fá dømir um fyritøkur, sum taka lopið frá smáum til stórar fyritøkur fyri at kunna inspirera onnur. Í triðja lagi, velja nógvar fyritøkur at flyta uttanlands, antin tí ikki finst kapitalur ella nóg mikið av arbeiðsmegi í Danmark”.

Síðani sigur hann: “Hugurin til at stovna egna fyritøku er vaksandi í Danmark,  (“tað er eisini so Føroyum”, red.) men her er tørvur á felags fatan av, hvat skal til fyri at gerast  fyritøka við hepni. Neyðugt verður við felags máli, fyri at skapa fleiri LEAN-starts-ups”, sigur Peter Torstensen.

Íverksetan í skúlunum

Í Føroyum hevur íverksetarastrembanin altíð verið sera týðulig, og er helst økjandi ídag, eisini síggja vit, at fólka- og miðnámsskúlarnir hava lagt seg eftir at geva íverksetanini meiri ans.

Føroyska Íverksetarahúsið hevur síðani tað var stovnsett-  í eini 10 ár -verið ein stovnur, sum veruliga inspirerar og ráðgevur. Anders Buch –Larsen, sigur í grein, at: “Framtíðar nýskapan kemur frá nútíðar børnum og ungum, og at leiðin skal leggjast frá fólkaskúlanum”.

Ofta var so í Føroyum, at ungir menn og dreingir fóru til skips, og haðani varð leiðin løgd so, at hesir gjørdust íverksetarar bæði á sjógvi og á landi.

Peningur meiri avkast í vinnuni enn í landskassanum

Føroyar hava nakrar fáar sterkar fyritøkur við einum lutfalsliga dyggum kapitali, sum, uttan at vit dagliga hoyra um tað, skorða undir øðrum íverksetarum. Tað er bara harmiligt, at politiski myndugleikin ikki gevur hesum fyritøkum loyvi til at virka meira frítt,  so tær veruliga  kunnu vaksa seg stórar og sterkar, kunnu standa ímóti, men vilja støðugt gera seg inn á tær við at leggja alt størri byrðar á tær. Tíverri liggur øvundin støðugt og lúrir og gerst ein forðing fyri dyggari samfelagsmenning!

Politikarin flytir pening frá vinnuni, so hon spakuliga ørmaktast, inn í landskassan, so politikarin er “stóri gevarin”. Men peningur gevur meiri av sær  til samfelagið í vinnuni enn í landskassanum! Tíverri:  “fjøldin av føroyingum  fer ov fjart frá fiskivinnuni” og hevur tí onga kenslu fyri henni og nógv minni innlit, hóast hon enn er okkara lívsæðr!

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.