BankNordik hevur endaliga framt søluna av íslendska tryggingarfelagnum Vørði. Tað er íslendski Arion Banki, sum hevur keypt øll partabrøvini í Vørði frá BankNordik-samtakinum fyri 5,3 mia. kr. íslendskar krónur áðrenn handilskostnað og skatt.
BankNordik hevur seinasta árið virkað eftir nýggjari strategi fyri privatkundaøkið, sum grundleggjandi snýr seg um, at bankin leggur alla orku í at skapa størst virði fyri kundar sínar í Føroyum, Danmark og Grønlandi.
Tað var í hesum sambandi, at íslendska tryggingarfelag bankans, Vørður, í fjør varð lýst til sølu. “Sølan av Vørði er eitt týðandi stig á leiðini í ætlan okkara um at savna alla orku um kjarnuvirksemið hjá samtakinum í Føroyum, Danmark og Grønlandi. Tí eru vit væl nøgd við, at avtalan í dag er undirskrivað,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.
BankNordik hevur seinasta árið framt nógvar broytingar í bygnaði og tænastum, ið hava til endamáls at búgva bæði ráðgeving og tænastur bankans til framtíðina og til tørvin hjá kundunum. Í hesum sambandi hevur bankin í ár m.a. miðsavnað uppgávur og sett fleiri fólk í starv í Føroyum.
”Vit leggja okkum eftir at veita kundum okkara nútímans tænastur og ráðgeving, og tí útbúgva vit dugnaligu starvsfólk okkara og gera íløgur í nútímans samskiftisamboð. Hetta skal gera tað uppaftur lættari hjá kundum okkara at fáa góða og greiða ráðgeving,” sigur Árni Ellefsen. Nú sølan av Vørði er endaliga framd, fer BankNordik at leggja alla orku í at røkja sambandið við kundarnar á øllum marknaðum, og bankin væntar ein hóvligan vøkstur í framtíðini.