Landsstýriskvinnan hevur lagt uppskot fyri tingið, sum setir lógina um sjúkratrygd til fiskimenn úr gildi, soleiðis at fiskimenn nú longu frá 1. fráverudegi verða fevndir av dagpeningaskipanini.
Fiskimenn skulu tí bert venda sær eina ferð til eitt stað, um teir gerast sjúkir ella fáa skaða, og ikki søkja um dagpening, eftir at teir hava troytt rættin til sjúkratrygd.
Almannaverkið hevur servitan innan almannaskipanir og veitir eina samlaða væferðartænastu á økinum. Almannaverkið viðger og vegleiðir tí eisini, um tørvur er á øðrum fyriskipanum útyvir endurgjald fyri minsta lønarinntøku, t.d. um tørvur er á tillagaðum starvi.
Lógaruppskotið hevur við sær ymiskar ábøtur í dagpeningaskipanini. Umsóknarreglurnar verða greiðari og lættari, t.d. skulu fiskimenn ikki longur sjálvir útvega sær váttan frá skipara og læknaváttan innan 14 dagar, eftir at teir eru komnir í land.
Somuleiðis verða persónar, sum annars í óhepnari støðu ikki høvdu havt rætt til dagpening, fevndir av dagpeningaskipanini. Talan er um persónar, sum eru farnir úr starvi, men gerast sjúkir, áðrenn umsókn er latin ALS, og tí í dag ikki hava rætt til hvørki dagpening ella arbeiðsloysistrygging. Persónar, sum júst eru byrjaðir í starvi, sum skal halda fram, men sum gerast sjúkir áðrenn 120 arbeiðstímar, kunnu somuleiðis fáa rætt til dagpening, um treytir, ásettar í kunngerð, annars verða loknar.