Avreiðingarnar av botnfiski eru tilsamans áleið á sama støði tríggjar teir fyrstu árfjórðingarnar í ár sum sama tíðarskeið í fjør.
Av toski og upsa er sama nøgd landað higartil í ár, meðan hýsunøgdin er vaksin 15 %. Nøgdin á flatfiski er vaksin ein lítlan triðing í ár.
Tað sæst á virðinum á avreiðingunum, at prísirnir fyri botnfiskin roynast eitt vet verri í ár enn í fjør. Tó er avreiðingarvirðið nakað frægari á allari veiðuni í ár. Tað er virðið á flatfiskinum, sum dregur virðið upp.
Hagstova Føroya » 25. oktober 2016
Fyrstu tríggir ársfjórðingarnir í ár geva eina ábending um, at feskfiskaveiðan í ár heldur ikki fer at hilnast væl. Afturgongdin, sum hevur verið í avreiðingunum seinastu árini, heldur fram.
Á myndini omanfyri og talvuni niðanfyri er avreidda nøgdin fyri tríggjar ársfjórðingar í ár samanborin við sama tíðarskeið undanfarin ár. Tað sæst, at botnfiskanøgdin síðan 2002 er støðugt minkað, og hevur seinastu 4 árini ligið á einum javnt lágum støði.
Viðmerking: Avreiðingar av feskfiski er uppgjørt í landaðari vekt, tvs. at tað verður ikki lagt upp fyri, at nakað verður avhøvdað, annað kruvt og uppaftur annað bara ísað runt/óviðgjørt. Tað mesta er ísaður fiskur, tó eru tað nøkur skip, sum frysta umborð.
Uppgerð av avreiðingunum til og við september 2016 eru nú tøk í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.