Meðan búskaparfrøðiligir ideologar servera útvatnaða súpan í Dimmu uttan stórvegis av ítøkiligum at bíta í, kemur blaðið Sjógvur & Fólk út á triðja sinni, pakkað við innlitum av áhuga fyri samfelagið og fiskivinnuna — munur er á.
Tað var ein undarliga tóm kensla sum sat eftir aftan á skjótan gjøgnumlestur av greinini “Alternativt uppskot um fiskirættindamarknað fyri Føroyar” (Dimma.fo 23/10-2016) eftir Hermann Oskarsson og Jóannes Jacobsen, sum báðir eru búskaparfrøðingar. Greinin er sum so ikki illa skrivað men inniheldur millum lítið og einki, annað enn ideologiska talu um “rættvísi” og “frælsi” við luftigum sukri á.
Ein trupulleiki her er at búskaparfrøðingarnir halda seg ikki innan fyri fakligt mark men vandra og vassa út har teir ikki grynna. Úrslitið sæst aftur í mangli upp á substans og innlit í tey veruligu viðurskiftini sum gera seg galdandi fyri fiskivinnuna.
At talan er um naknan retorikk og lítið annað kemur eisini til sjóndar í melodramatiskum ella propagandistiskum orðingum sum “framíhjárættur fram um øll onnur,” “úrvalt lið av einstaklingum” og hvørt av sínum, við “rættvísi” tveittum inn aftur og aftur, uttan at hugtakið verður greinað.
At rættvísi er eitt sera stórt og klassikt hugtak sum umfatar so mangt í tilveruni, er ein heilt onnur søga. Sambandið millum rættvísi og tørv varierar jú stórliga í mun til hvørja einstaka situatión sum talan kann vera um í ymiskum samanhangi og tey viðurskifti og tær umstøður sum til eina og hvørja tíð gera seg galdandi har. Summi hava jú størri tørv enn onnur á onkrum øki — og øvugt á onkrum øðrum øki. Eitt sterilt postulat um at øll skulu bókstaviliga hava tað sama hevur einki við rættvísi at gera; tí atlit má jú takast til tíðarlinju og allar aðrar væl etableraðar meginreglur. Hvat ið er etiskt ídag kann vera óetiskt ímorgin av tí at umstøður broytast, og filosofar sum Aristotiles og onnur hava jú skrivað hópin um evnið. Retoriskt kann man spyrja her, nær eru Oskarsson og Jacobsen blivnir serfrøðingar í spurningum um rættvísi?
Seiðaberg og smábátar
Fyri uttan at hava búskaparfrøðinga heiti sum felags hava teir báðir strongt á leingi fyri at innføra tað teir kalla “marknaðargrundaða” nýskipan av einari fiskivinnu sum hvørgin teirra kortini tykist hava stórvegis yrkisligan, virkisbúskaparligan ella samfelagsligan áhuga í.
“Varandi undirtøka fyri eini fiskivinnuskipan í Føroyum fæst bert, um tann breiði meirilutin av fólkinum heldur hana vera rættvísa,” innleiða teir sína talu. Ein slík sjálvfylgja skal seta tónan við “rættvísi” sum lyklaorði, í einum ella øðrum týdningi, sum vit tó einki fáa at vita um. Tað skal vera innforstaðið, innbygt uttan spurningar, skilst.
Mynd: Stýrimaður á brúnni umborð á uppsjóvarskipi. (Maria Olsen Photo)