Javnan hoyri eg ávísar búskaparfrøðingar siga, at uppboðssøla av fiskirættindum (kvotum ella fiskidøgum) fer at skunda undir virðisøkingina. Hetta tí tað verður umráðandi at fáa sum mest burtur úr dýrt keypta tilfeinginum.
Hesum eri eg als ikki samdur í. Tvørturímóti. Tí fyri at virðisøkja er neyðugt við íløgum í dýra útgerð, og hvør fer at gera stórar íløgur í útgerð, tá ein ongantíð veit, um tað yvirhøvur fer at eydnast at sleppa upp í part á uppboðssøluni?
Nei, reiðarar fara at velja tær tryggu loysnirnar, og tað eru bílig skip, sum bara eru effektiv á einum øki, nevniliga við lítlari manning at fáa fiskin upp úr sjónum í so stórum mongdum sum gjørligt, so skjótt sum gjørligt.
Vilja vit virðisøking á sjónum, so krevst ein nøkunlunda trygd fyri, at rávøran er har, áðrenn íløgur í tól og útgerð verða gjørdar.
Og tað eru treytir, tengdar at hvørjum einstøkum fiskiloyvi, sum skulu tryggja, at virðisøkingin yvirhøvur verður framd.
Hetta er tað, sum uppskotið hjá Føroya Fiskimannafelag um fiskivinnunýskipan snýr seg um. Tað uppskotið almannakunngjørdu vit fyri trimum vikum síðani, og kann tað lesast her.
Axel Hansen
nevndarlimur, Føroya Fiskimannafelag