Úrslitið av kommunuvalinum í Klaksvík fer at avgera innihaldið í komandi fiskivinnunýskipan.
Góðu klaksvíkingar. Komandi býráðsval er einki minni enn eitt lagnuval fyri okkum norðoyingar. Sum fíggjarnevndarlimur í Klaksvíkar kommunu er tað mín skilda, at kunna borgararnar í Klaksvíkar kommunu um, at fiskivinnunýskipanin, ið landsstýrissamgongan ynskir at seta í verk, fer at steðga góðu og støðugu framgongdini, ið okkara lokalsamfelag hevur verið fyri síðstu árini.
Síðstu mongu árini – eftir kreppuna í 2008 – hava vit í Føroyum havt eina støðuga framgongd í nærum øllum samfelagnum. Ein framsíggin skattaskipan, eitt sterkt vinnulív og ein borgarlig samgonga á Føroya Løgtingi hevur givið kommununum vøkstur. Ikki minst í Klaksvík, hava vit upplivað hendan vøkstur.
Aftaná 01. januar 2018 fer ein nýggj tíð at seta sín dám á okkara tilveru.
Í Klaksvíkar kommunu eru samfelagsligu sveiggini søguliga tætt knýtt at gongdini hjá lokala vinnulívinum og fyritakseminum. Søguliga góðu og minni góðu árini, ið Klaksvíkin hevur verið ígjøgnum, eru tengd at gongdini hjá lokala vinnulívinum. Trivnaðurin í býnum bæði mentunarliga, fólksliga og hugsjónaliga, er ankraður í einum sterkum og fjølbroyttum vinnulívi.
Nýggja rákið frá landspolitisku samgonguflokkunum er ein hóttan móti rakstri, rættindum og sjálvum tilverugrundarlagnum undir stórum parti av okkara lokala vinnulívi. Vit sakna, at lokalpolitisku feløgini í Klaksvík hjá teimum flokkum, ið fremja hesi álop, vísa hesum sentralistiska ráki aftur. Vit sakna, at sentralistisku floksleiðslurnar fáa mótspæl frá lokalfeløgunum norðanfjørðs. Fólkaflokkurin er einasti flokkur, ið hevur greiðan boðskap og stendur sterkur saman, um at verja og tryggja okkara lokala vinnulív eftir 2018. Vinnulívið er grundsúlan undir okkara vælferð.
Góðu Norðoyingar. Farið á val og standið saman við okkum! Veljið tykkara fólkafloksumboð inn í Klaksvíkar býráð! Vit vilja tryggja okkara lívsgrundarlag og lata landsmyndugleikarnar hoyra tykkara borgarligu rødd. Við eini atkvøðu til Fólkaflokkin hoyra lokalu landspolitikkararnir tykkara rødd – og soleiðis venda vit gongdini!
Eyðstein Poulsen – Fíggjarnevndarlimur – Klaksvíkar Býráð