Home Fólk & SamfelagPolitikkur Fer landsstýrismaðurin at tryggja teimun ferðandi?

Fer landsstýrismaðurin at tryggja teimun ferðandi?

by OML

Munnligur fyrispurningur til Poul Michelsen, landsstýrismann

joergen-folkaf-2016Viðvíkjandi konsessión til SAS og Loganair og Evropiska loftferðslupakkan

1. Hevur landsstýrismaðurin brúkt ella mist møguleikan at tryggja føroyskum flogfeløgum rættin at flúgva í ES, samstundis sum ES-flogfeløg (SAS og Loganair) vil flúgva til Føroya?

2. Ætlar landsstýrismaðurin at avgreiða umsóknina hjá SAS og Loganair áðrenn spurningurin um okkara limaskap í evropiska loftferðslupakkanum er avgreiddur?

3. Er talan um flúgving alt árið ella er talan bert um summarflúgving. Her verður hugsa um báðar umsóknirnar?

4. Hvørjar treytir ætlar landsstýrismaðurin at seta fyri at tryggja javna kapping?

5. Tá loyvið skal gevast at flúgva og prísirnir skulu góðkennast, er so loyvt at selja ferðaseðlar áðrenn loyvi og prísgóðkenning er givin?

Flogfar AA - Mynd 24.fo

Flogfar AA – Mynd 24.fo

 

Viðmerkingar:

Landsstýrið hevur leingi arbeitt við at fáa Føroyar inn í Evropiska loftferðslupakkan, sum merkir at føroysk flogfeløg hava rætt at flúgva í Evropa og teirra flogfeløg kunnu flúgva her. Í hesum samráðingum hevur Danmark stóran týdning fyri okkum. Tí vildi tað verið gylt høvi hjá landsstýrismanninum at lagt trýst á at fáa føroyskum feløgum rætt at flúgva í ES, samstundis sum eitt ES-flogfelag (SAS) vil flúgva til Føroya. Tí verður spurt, um landsstýrimaðurin hevur brúkt ella mist henda møguleika.

Í forhandlingun, ikki minst við ES, er neyðugt at hava nakað at lata, um vit skulu fáa nakað. Tí er umráðandi at brúka hendan møguleikan nú. Lata vit ES-flogfeløg loyvi at flúgva her nú, uttan at vit hava tryggja føroyskum flogfeløgum at flúgvi í ES, so hava vit mist møguleikan at hava nakað at forhanlda við.

Kapping er góð, men verður talan um deyðskapping, verður tann ferðandi taparin. Tí verður spurt, hvussu landsstýrismaðurin ætlar at tryggja javna kapping.

Tórshavn, 5. december 2016

Jørgen Niclasen,løgtingsmaður

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.