Tað gongur væl í fiskivinnuni sigur Føroya Reiðarafelag
Fiskivinnuni tørvar støðugar karmar
Fiskivinnan á sjónum er í dag búgvin at taka nýggj tøk á menningarleið. Tað er tó umráðandi, at vit ikki seta skipanir í verk, sum bróta niður tað, ið er bygt upp seinastu 20-25 árini.
Høvuðsendamálið at seta í verk eina nýggja skipan fyri fiskivinnuna eigur at vera, at nýggja skipanin hevur við sær økta virðisøking fyri alt samfelagið á einum tryggum lívfrøðiligum grundarlagi. Í hesum sambandi er týdningarmikið at leggja dent á støðufestið í skipanini.
Tað er støðugir og tryggir karmar, sum vinnan kann líta á langa tíð í senn, og har broytingar einans verða settar í verk við longum skotbrái, so vinnan fær stundir at laga seg eftir broytingunum.
Reiðarafelagið ynskir støðugar karmar um fiskivinnuna, soleiðis at fiskivinnan sjálv og vinnurnar, sum liggja rundan um fiskivinnuna, skapa trygg og spennandi arbeiðspláss til fólk í Føroyum, bæði nú eins og í framtíðini.
Mynd frá kvf.fo