Ásannast má at 2016 sum heild hevur roynst stak væl fyri fiski- og alivinnnuna, hóast óvissa kastar skuggar yvir framtíðar útlit, og vinnan stúrir fyri at ein hóttandi grýla skjótt fer at trína fram: uppboðssøla av øllum fiskirættindum.
Ongantíð í søguni hava føroyingar sum nú havt viðgongd í útflutningi av fiskavørum, og 2016 stendur til at sláa øll met frá farnum árum. Tøl frá Hagstovu Føroya vísa at hesin útflutningur teir fyrstu 10 mánaðirnar í ár fór langt upp um tær 5,384 milliardir krónur í virði sum avskipað varð fyri tíðarskeiðið januar-oktober 2015. Talan er tilsamans um eina øking upp á 993 milliónir kr. fyri hetta 10-mánaða tíðarskeiðið í ár samanborið við í fjør. Av teimum 6,181 mia. kr. sum útflutt er fyri í januar-oktober 2016, stendur alifiskur næstan fyri helvtini, meðan uppsjóvarfiskur umboðar millum ein fjórðing og ein fimting, og botnfiskur íroknað flundrufisk millum ein fimting og ein sættapart; restin er annað, herundir skeljafiskur.