Fólk & Samfelag: Tjakið um stuðul til fiskivinnuna hevur aftur tikið seg upp. skrivar Føroya Reiðarafelag á heimasíðu síni.
Vit endurgeva her grein frá 2009 frá Føroya Reiðarafelag av heimasíðu teirra shipowner.com og sum eisini hevur staðið á 24timar.com Samstundis kunnu vit siga at nógv er broytt fram til í dag.
Grein fra 24timar.com 25-06-09 15:30, Óli M. Lassen
23. juni 2009
Tann stuðulin sum altíð er mest umrøddur er tann sum skip og manningar fáa. Stuðul uppi á landi fær ikki somu umtalu og nógvur stuðul verður veittur sum bara fá vita um.
Fiskivinnan hevur gjøgnum árini fingið nógvan stuðul, hetta kemst sjálvandi av at teir sum gera av um tað er gagnligt fyri samfelagið at veita hendan stuðulin, hava mett at tað er neyðugt júst tá. Tað kan verða longri ella styttri tíðarskeið, men í allarflestu førum er stuðulin tíðaravmarkaður, og tíbetur hava skipini klárað seg uttan stuðul seinastu árini.