Home Tíðindir Álit viðv. sýtan av innliti grundað á tíðarnýtslu at avgreiða innlitsáheitanina

Álit viðv. sýtan av innliti grundað á tíðarnýtslu at avgreiða innlitsáheitanina

by OML

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um sýtan av innliti grundað á tíðarnýtslu at avgreiða innlitsáheitanina.

Umboðsmaðurin vísti á, at eingin áseting er í innlitslógini, sum loyvir myndugleikum at sýta eini innlitsáheitan við teirri grundgeving, at tað tekur ov drúgva tíð at viðgera hana. Sambært vegleiðingini um innlitslógina kann ein myndugleiki einans nokta eini innlitsáheitan grundað á talið á skjølum, um tað snýr seg um eitt ovurhonds stórt tal av skjølum. Umboðsmaðurin helt ikki, at umleið 130 skjøl kundi sigast at vera eitt ovurhonds stórt tal av skjølum, og mælti tí Fiskimálaráðnum til at taka málið uppaftur til viðgerðar, og lata seg frætta, hvat víðari hendir í málinum. (LUM 15-00021)

Álitið kann lesast herReadSpeakerKelda:  LUM 06-11-2015 Tilvildarlig savnsmynd 24.fo

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.