Av tí at Jógvan Skorheim, borgarstjóri, er burturstaddur uttanlands í privatum ørindum, hevur Signhild V. Johannesen, varaborgarstjóri, tikið við sum virkandi borgarstjóri.
Á nýggjárinum tók Signhild V. Johannesen við starvinum sum fyrsti varaborgarstjóri hjá Klaksvíkar kommunu, og hósmorgunin 12. januar 2017 settist hon fyri fyrstu ferð í stólin hjá borgarstjóranum.
Orsøkin til hetta er, at Jógvan Skorheim, borgarstjóri, verður staddur uttanlands í privatum ørindum í eina góða viku, og hevur Signhild tikið við ábyrgdini sum virkandi borgarstjóri hesar dagarnar.
Á kommunuvalinum í 2008 fekk Signhild 101 atkvøður á javnaðarlistanum, og varð hon fyrsti varalimur Javnaðarfloksins í valskeiðnum 2009-2012. Ein part av tí býráðssetuni sat hon í býráðnum sum avloysari fyri Eyðgunn Samuelsen, sum fór í Løgtingið.
Á kommunuvalinum í 2012 varð Signhild fyrstvald á javnaðalistanum við 182 atkvøðum, og gjørdist tá partur av býráðsmeirilutanum í júst loknu býráðssetuni frá 2013-2016, har hon eitt nú var forkvinna í mentanarnevndini umframt at hava sæti í fíggjarnevndini, sosialu nevnd, byggi- og býarskipanarnevndini og heilsu- og umhvørvisnevndini.
Á seinasta kommunuvali, sum var 8. november 2016, fekk Signhild 166 atkvøður og varð enn einaferð fyrstvald í býráðið fyri Javnaðarflokkin hetta valskeiðið 2017-2020, sum júst er byrjað. Signhild er partur av býráðsmeirilutanum millum Nýtt Sjálvstýri og Javnaðarflokkin, har hon, umframt starvið sum fyrsti varaborgarstjóri, verður forkvinna í mentanarnevndini og limur í fíggjarnevndini, limur í umhvørvis- og býarskipanarnevndini, varaforkvinna í trivnaðarnevndini børn & ung og varaforkvinna í trivnaðarnevndini eldri & bústaðir.
Signhild, sum er 49 ára gomul, er dóttir Johild og Vilhelm Johannesen, sum í nógv ár var virkin, bæði í lands- og kommunupolitikki. Í politiskum høpi er eisini vert at nevna, at Føroya løgmaður, Aksel V. Johannesen, er beiggi Signhild.
Signhild, sum dagliga starvast hjá Posta í Klaksvík, eigur børnini Johild, Jóhannus, Jógvan og Gunnvá.
Signhild gleðir seg til hesar dagarnar sum borgarstjóri.
– Tað verður spennandi og læruríkt, og eg fái møguleikan at uppliva tingini frá einum øðrum sjónarhorni, sigur Signhild og ynskir øllum eitt gott vikuskifti.