Home Fólk & Samfelag Uppskot um at byggja akvarium í Klaksvík.

Uppskot um at byggja akvarium í Klaksvík.

by OML

Tíðin er nú komin hartil, at vit  í Føroyum skulu hava eitt rættuligt akvarium. Hetta sigur Løgtingskvinnan Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í málið ið er sent Løgtinginum til samtyktar.

Elsebeth2017Í skrivinum stendur m.a.:” Tað eru nú longu fleiri ár síðan, at Føroya Sjómannadagur  í samband við  sjómannadagin setti kør upp á Stongunum við livandi fiski í. Hetta bleiv sera væl móttikið av bæði børnum og vaksnum, og fólk komu aðrastaðni frá –  bara fyri at síggja fiskarnar í kørunum. ”

Havt var  tá á orði, at vit áttu at havt  eitt rættuligt, permanent  akvarium í Klaksvík. Nakað eftir hetta kom eitt lítið akvarium úti á Argjum,  og so bleiv ikki tosað meir um hetta.

Er tað nakað,  sum hevur havt týdning fyri Føroyar, so er tað fiskurin. Hann  hevur  havt  avgerandi týdning  fyri lív ella deyða í Føroyum,   síðan fólk á fyrsta sinni búsettust her.   Í dag koma 95% av okkara útflutningsinntøku frá fiski .  Fiskurin kastar sostatt milliardir av sær til okkara samfelag  og rindar fyri   okkara skúlaverk, heilsuverk, samferðslu, umsiting, ja so gott sum alt.

Málið kann lesast her:

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur,Løgtingskvinna

Løgtingið

Løgtingsmál nr.  xx/2017:  Uppskot til samtyktar um at byggja Føroya akvarium í Klaksvík.

Uppskot til samtyktar

Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot um at byggja Føroya akvarium í Klaksvík. Hetta skal vera ein  glæsiligur  og arkitekttoniskur bygningur í hóskandi stødd.     Sum ein tjóð,  ið livir av tí, sum rørist  í havinum er onki meir náttúrligt enn at hava eitt virðiligt og tíðarhóskandi  akvarium , hetta við atliti til útbúgving , ferðavinnu og mentan.

Viðmerkingar

Tíðin er nú komin hartil, at vit  í Føroyum skulu hava eitt rættuligt akvarium.

Tað eru nú longu fleiri ár síðan, at Føroya Sjómannadagur  í samband við  sjómannadagin setti kør upp á Stongunum við livandi fiski í. Hetta bleiv sera væl móttikið av bæði børnum og vaksnum, og fólk komu aðrastaðni frá –  bara fyri at síggja fiskarnar í kørunum.   Havt var  tá á orði, at vit áttu at havt  eitt rættuligt,  permanent  akvarium í Klaksvík. Nakað eftir hetta kom eitt lítið akvarium úti á Argjum,  og so bleiv ikki tosað meir um hetta.

Er tað nakað,  sum hevur havt týdning fyri Føroyar, so er tað fiskurin. Hann  hevur  havt  avgerandi týdning  fyri lív ella deyða í Føroyum,   síðan fólk á fyrsta sinni búsettust her.   Í dag koma 95% av okkara útflutningsinntøku frá fiski .  Fiskurin kastar sostatt milliardir  av sær til okkara samfelag  og rindar fyri   okkara skúlaverk, heilsuverk, samferðslu, umsiting, ja so gott sum alt.

Tí er tað onki  minni enn ein stór andsøgn,  at júst ein fiskivinnutjóð sum Føroyar ikki hevur eitt rættuligt akvarium. Eitt  imponerandi,  stórt og arkitekttoniskt  glæsiligt akvarium.

Vit hava tosað um ferðavinnu í nógv ár,  og um  hvat vit hava at bjóða ferðafólki. Eitt akvarium, sum nevnt omanfyri vildi verið gimsteinurin  í  perlurekkjuni  av  einastandandi  føroyskum ferðamálum.

Í Danmark til dømis eru fleiri akvarium, hóast fiskivinnan har langtífrá hevur  sama týdning,  sum her, men tey hava týdning fyri ferðavinnuna  har og fáa nógvar vitjanir.

Tað er neyvan at taka munnin ov fullan at siga, at  best hóskandi og mest náttúrliga  plássið at staðseta eitt tílíkt akvarium er í Klaksvík.  Klaksvík er  størsta einstaka plássið í Føroyum, har fiskurin hevur havt ovurhonds stóran og  avgerandi týdning fyri  flest fólk. Søguliga sæð hevur Klaksvík verið miðstøð fyri fiskivinnuna í Føroyum.   Fólkið her hevur til allar tíðir livað sera  tætt upp at fiskivinnuni og fluttu til Klaksvíkar  at arbeiða í fiskivinnuni.  Var tað uppiløga, ella minni fiskur at fáa, so merkti fólkið  tað sama dag.  Herfrá hava menn siglt  út á nær og fjarleiðir at fiska til lívsins uppihald.

Mest  náttúrliga staðið at staðseta eitt  akvarium  er tí soleiðis í Klaksvík. Samferðslunetið  er nú  so væl útbygt, at alt í veruleikanum nú kann staðsetast allastaðni, og ikki bert í einum og sama stað. Og samferðslunetið verður enn betri útbygt , tá Eysturoyar og Sandoyartunnilin gerast veruleiki. Tá gerst grundarlagið  fyri at byggja allar Føroyar enn størri.

Ymiskt, sum hevur havt og hevur tilknýti til fiskivinnuna, t.d.   fiskiveiðireiðskapur upp ígjøgnum tíðirnar og annað viðkomandi,  t d báturin “Rospiggen”  hjá  Aina Cederblom   skal eisini kunna síggjast har, um vilji er til tess.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.