Samanlagt vaks innflutningurin 93 mió. kr. ella 2% ellivu teir fyrstu mánaðirnar í 2016, samanborið við sama tíðarskeið í 2015. Tá skip og flogfør ikki verða tald við, vaks innflutningurin 263 mió. kr. ella 5%.
Hagstova Føroya » 20. januar 2017
Størsta broytingin er í bólkinum maskinur og amboð, har vøksturin var 237 mió. kr. ella 43%. Samstundis minkaði innflutningurin av brennievni við 199 mió. kr. ella 25%.
Í teimum tveimum størstu bólkunum var minni vøkstur, bert 1% í tilfari til annan ídnað (annað enn til enn byggivinnu, fiskavirking og aling og landbúnað), og 5% til beinleiðis húsarhaldsnýtslu.
Útgreinað og dagførd hagtøl um innflutningin eru at finna í hagtalsgrunninum her.