Home Fólk & SamfelagPolitikkur “Annars haldi eg, at Karthago skal leggjast í oyði”

“Annars haldi eg, at Karthago skal leggjast í oyði”

by OML

Soleiðis endaði navnframi Cato gamli allar sínar røður í árunum fyri Kristi føðing, meðan Høgni Hoydal í øllum sínum røðum nevnir uppboðssølu, sum merkir at fara frá søguligum rættindum til politiska útreinsan. Hyggja vit nærri, er líkleikin størri enn so. 

Á wikipedia kunnu vit lesa, at í Rómaverjaríkinum var Catokendur sum ein arbeiðssamur senatorur og embætismaður. Vælferðin og stórleikin hjá høvuðsstaðnum, Rom, lá honum kærast. Hann framdi síni mál við at plyndra í skattum og gjøldum at koyra í statskassan. 

 Útreinsingarídni

Víðari stendur, at hansara virkið var serliga sum censorur. Censorar í Rom høvdu m.a. til uppgávu at viðlíkahalda listar yvir senatorar og riddarar. Ein uppgáva, sum Cato gekk upp í við íðinskapi og serligum ÚTREINSINGARÍDNI, stendur í wikipedia.

Cato virkaði millum 100 og 200 ár fyri Krist. Til endans megnaðu Cato og Rom at leggja Karthago í oyði.

Nú gott 2.100 ár seinni er ein fiskivinnuøði í landsstýrinum, har útreinsingarídni herjar. Vónandi eydnast tað ikki.

Jørgen Niclasen

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.