Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost fyri 2016 var 1.165 milliónir krónur í mun til 1.001 milliónir krónur fyri 2015. Árið 2016 gjørdist tí metgott. Virksemið á landi og sjógvi hilnaðist væl, samstundis sum laksamarknaðurin var góður. Úrslitið fyri liðugvørudeildina hevði munandi tap í 2016 orsakað av høgu laksaprísunum á spotmarknaðinum, sum í stóran mun ávirka rávørukostnaðin á liðugvørudeildini. Positivar virðisjavningar av biomassa viðførdu, at úrslitið eftir skatt var 1.339 milliónir krónur fyri 2016 samanborið við 810 milliónir krónur fyri 2015.
Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:
„Góða gongdin á laksamarknaðinum í 2016 hevði positiva ávirkan á úrslitið hjá Bakkafrost. Hóast tøkunøgdin lækkaði í 2016 í mun til 2015, hevði Bakkafrost eitt metúrslit í 2016. Alideildin og Havsbrún høvdu framúr gott úrslit, meðan umstøðurnar hjá liðugvøruvirkjunum vóru torførar í 2016. Í 2016 byrjaði kryvjivirksemið í nýggja virkinum á Bakka, og væntandi fara vit at síggja munadyggar rakstrarfyrimunir, tá ið eisini liðugvøruframleiðslan á sama virki er komin nakað áleiðis í innkoyringini. Síðstu árini eru stórar íløgur gjørdar til at minka lívfrøðiliga váðan – og nýggja tænastuskipið Martin, sum kom á Havnina ímorgun, vóna og vænta vit fer at vera eitt nýbrot innan hetta økið.”
Bakkafrost hevur seinastu árini gjørt stórar íløgur í ymsu liðini í virðisketuni. Íløgurnar eru gjørdar fyri at minka um lívfrøðiliga váðan, gera raksturin munadyggari og geva møguleikar fyri vøkstri. Íløgurnar í 2016 vóru eisini stórar. Nýggja kryvji- og liðugvøruvirkið á Bakka byrjaði virksemið á sumri í 2016. Liðugvøruvirksemið byrjaði eftir ársskiftið. Umfatandi útbygging er júst gjørd á Smoltstøðina á Viðareiði, og er framleiðslan við at koma ígongd. Rættulig gongd er nú komin á byggingina av stóru smoltstøðina á Strond, sum ætlandi skal vera liðug seint í 2018.
Á ársaðalfundinum hjá Bakkafrost, sum verður fríggjadagin 7. apríl, fer nevndin at skjóta upp, at 8,70 krónur verða goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabræv. Hetta gevur eitt samlað vinningsbýti á 425 milliónir krónur.
Fyri fjórða ársfjórðing 2016 var rakstrarúrslitið 350 milliónir krónur samanborið við 257 milliónir krónur fjórða ársfjóring 2015. Tøkan av laksi í fjórða ársfjórðingi 2016 var 12.940 tons, og fyri alt árið tók felagið 47.542 tons samanborið við 50.565 tons í 2015.
Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 635 milliónir krónur við ársenda 2016 í mun til 392 milliónir krónur við ársenda 2015. Bakkafrost hevði 655 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við ársenda 2016, og solvensurin hjá Bakkafrost var 66%.
ÚTLIT
Marknaðurin
Laksaprísurin hækkaði í 2016 upp á metstøði, orsakað av stóra eftirspurninginum í nærum øllum marknaðum, og samstundis minkaði útboðið av laksi í 2016. 2016 var eitt sermerkt ár, tí ein alguvøkstur í Kili gjørdi, at umleið 25 millónir laksar doyðu. Hetta svarar til, at umleið 100 túsund tons av laksi ikki kom til tøku. Av einum náttúrufyribrigdi broyttist útboðið av laksi frá einum væntaðum vøkstri til eina minking í útboðnum í 2016. Seinastu forsøgnirnar hjá Kontali vænta ein útboðsvøkstur á 2% í 2017 í mun til 2016.
Aling
Bakkafrost væntar at taka 55.500 tons av laksi í 2017. Útsetingin av smolti hjá Bakkafrost í 2017 verður væntandi um 11,5 milliónir smolt. Tøkumeting og útseting av smolti eru altíð tengdar at ávísari óvissu, m.a. lívfrøðiligu gongdini. Lívfrøðiliga støðan er sum heild góð í Føroyum. Bakkafrost arbeiðir áhaldandi við at tryggja eina burðardygga alivinnu.
Illgrunin um sjúkuelvandi ILA á einum aliøki hjá Bakkafrost frá juli 2016, og sum tók seg uppaftur í januar 2017 – hóast illgrunin ikki er staðfestur – vísir týdningin av eini góðari aliskipan, har sjúkufyribyrging verður raðfest høgt. Bakkafrost setir áhaldandi lívfrøðiliga váðan í miðdepilin og hevur gjørt fleiri nýggjar íløgur og mannagongdir, sum skulu minka um váðan.
Niðurberjing av laksalús krevur nógva orku og er partur av lívfrøðiliga váðanum. Bakkafrost miðar eftir alsamt at minka og sum frálíður sleppa undan nýtslu av kemiskum evnum í viðgerð móti laksalús.
Liðugvørur
Málið hjá Bakkafrost er, at umleið 40-50% av aliframleiðsluni verða seld sum liðugvøra til fastar prísir. Søluavtalur fyri liðugvøru verða gjørdar fyri eitt tíðarskeið millum seks til tólv mánaðir. Bakkafrost hevur gjørt avtalu um sølu av liðugvørum fyri umleið 36% av væntaðu tøkuni av laksi hjá Bakkafrost í 2017.
Mjøl, lýsi og fóður
Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið fyri 2017 hjá ICES av svartkjafti er 1.342 túsund tons samanborið við 776 túsund tons í tilmælinum hjá ICES fyri 2016. Samstundis eru tilmælini fyri sild og makrel eisini økt. Mett verður, at útlitini fyri framleiðsluni av fiskamjøli og lýsi eru góð, og sannlíkindi eru, at framleiðslan økist komandi ár orsakað av hægri kvotum.
Samlaða sølan av laksafóðri verður mett til 85.000 tons í 2017.
Íløgur
Í juni 2016 kunngjørdi Bakkafrost 5 ára íløguætlanina frá 2016 til 2020. Samlaðu íløgurnar verða 2,2 milliardir krónur.
Endamálið við íløguætlanini er framhaldandi at hava eina av mest kostnaðartilvitaðu virðisketunum í alivinnuni, at lækka lívfrøðiliga váðan, at fremja lívrunnan vøkstur og økja um liðileikan, so framtíðar tørvir hjá kundunum verða nøktaðir.
Íløgan í nýggja kryvji- og liðugvøruvirkið á Glyvrum er um at vera liðug. Kryvjingin byrjaði í summar og økti virksemið í øðrum hálvári 2016. Kryvjingin á virkinum í Kollafirði er niðurløgd í fyrsta ársfjórðingi 2017. Liðugvøruframleiðslan á nýggja virkinum á Bakka byrjar í fyrsta ársfjórðingi 2017. Gamla liðugvøruvirkið á Glyvrum læt aftur í fjórða ársfjórðingi í 2016, og liðugvøruframleiðslan í Fuglafirði lat aftur í fyrsta ársfjórðingi 2017. Eykakostnaður verður í byrjunartíðarskeiðunum, men samlaða íløgan í nýggja virkið fer væntandi at spara Bakkafrost 70-90 milliónir krónur um árið, sum fer at síggjast so við og við frá 2017.
Fíggjarliga støðan
Útlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti av kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møguleikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar, saman við atgongdini til altjóða fígging, geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.
Um Bakkafrost:
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri (FOF) er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum, og alivirksemið er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.
Kelda & myndir: Bakkafrost