Føroysk gransking við til at avdúka møguligar orsøkir til bipolara sjúku.
Í greinini verður viðgjørt, hvussu tað at nýta ílegur frá avbyrgdum fólkasløgum kann verða við til at skapa nýggja vitan um týdningarmiklar ílegur fyri bipolara sjúku. Bipolar sjúka ávirkar umleið 1% av fólkunum í verðini og arvur verður mettur at vera 75% av orsøkini til sjúkuna.
Vísindaliga greinin, sum nýliga er útgivin í tíðarritinum Translational Psychiatry hjá Nature Publishing Group, er úrslit av eini granskingarverkætlan, ið er eitt føroyskt-danskt samstarv innan iPSYCH, sum er ein donsk verkætlan fíggjað av Lundbeckfonden. Lundbechfondurin stuðlar gransking innan psykiatri, serliga innan autismu, ADHD, skisofreni, bipolara sjúku og depressjón.
Í hesi granskingarverkætlan vóru ílegur á arvastreinginum lisnar hjá 28 føroyingum við kendari bipolarari sjúku og av 214 føroyingum, sum ikki hava sjúkuna. Fyri at vita um somu ílegur vóru at finna í bretska fólkaslagnum, vóru úrslitini samanborin við bretar við kendari bipolarari sjúku og bretum, sum ikki hava sjúkuna.
Av úrslitunum vístu fleiri ílegur seg at hava týdning og úrslitini stuðla undir, at ílegur, sum fyrr eru funnar og skrásettar í vísindaligum kanningum, hava týdning, eins og nýggir risikofaktorar og sjáldsamir variantar av ílegunum eisini eru funnin og kunna geva týdningarmikla lívfrøðiliga vitan um bipolara sjúku.
Millum annað hesar tvær ílegurnar:
- Ein ílega, sum stýrir NO (kvælstofoxid). Vit kenna hetta sum eina gassart, men hetta finst eisini í mannakyknum og kann brúkast sum boðberi millum kyknur hjá nervakyknum. Mótvegis nógvum øðrum boðberum, so kann NO vinna fram frá kyknu til kyknu, uttanum vanliga signalvegin millum kyknur. Eitt evni, sum kann ávirka NO, er Serotoninøkjarar, sum finnast í eydnubollum.
- Onnur ílega, sum er funnin, stýrir NCL (Nucleolin), hetta evni er uppií at búna ribosom. Í ribosomum er tað, at tann genetiska kodan verdur “týdd”, hvussu hon skal brúkast í kyknuni, t.d. hvørji protein skulu brúkast.
Verkætlanin er í samstarvi við Ílegusavnið og Landssjúkrahúsið. August G. Wang stendur fyri tí føroyska partinum. August G. Wang, Guðrið Andorsdóttir og Marjun Biskopstø eru, saman við øðrum, samhøvundar til greinina.
Greinin kallast: ” Whole-exome sequencing of individuals from an isolated population implicates rare risk variants in bipolar disorder” og kann lesast her