Home Tíðindir Íslendski forsetin vitjar Føroyar í mai

Íslendski forsetin vitjar Føroyar í mai

by OML

ALMENN VITJAN: Undir vitjanini hitta íslendsku forsetahjúnini Landsstýrið, Løgtingið, kommunur, aðrar almennar myndugleikar og føroyskar fyritøkur.

Forseti Íslands, Guðni Th. Jóhannesson, og forsetafrú, Eliza Jean Reid, koma til Føroya á almenna vitjan 15. til 19. mai. Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini.

Undir vitjanini hitta íslendsku forsetahjúnini Landsstýrið, Løgtingið, kommunur, aðrar almennar myndugleikar og føroyskar fyritøkur.

Meira kann lesast um íslendska forsetan her

UM ÍSLENDSKA FORSETAN

Guðni Th. Jóhannesson er útbúgvin søgufrøðingur og hevur starvast á Háskóla Íslands. Í juni 2016 fekk hann flestar atkvøður til íslendska forsetavalið og gjørdist alment íslendskur forseti 1. august í 2016. Í ár hevur hann millum annað verið á almennari vitjan í Danmark og Noregi.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.