Ótryggleikin við eini uppboðssølu er alt ov stórur. Tað er ein stuttskygd loysn, sum kann skapa órógv í alt framtíðar virksemi.
Við eini uppboðssølu verður torført at fremja langtíðarætlanir og langtíðaravtalur. Møguleikarnir fyri fígging versna, og tað verður tí munandi truplari at gera íløgur í fiskivinnuna.
Uppboðssøla skapar ótryggleika í vinnuni, og hon skapar óvissu um, hvussu nógv landið fær í sín part í longdini. Ein skipan við tilfeingisgjaldi er hinvegin ein góð skipan, sum skapar tryggar og støðugar umstøður.
Kelda:frf.fo – savnsmynd 24.fo