Allur flotin verður hart raktur, har heimaflotin og Klaksvíkin verða serliga forfylgd.
Fiskivinnunýskipanin er vorðin sum eitt revsimál, har Hoydal hevur sett allar fiskimenn á ákærubonkin.
Allir skulu revsast við at missa inntøkur, men spurningurin er bara, hvussu harða revsing hvør partur av flotanum fær.
Sambært nýggja uppskotinum, verður ríkasti parturin, nótaflotin, minst revsaður og fiskimenn í heimaflotanum og í Barentshavinum fáa harðastu revsing.
At HAP-menninir (Høgni, Akel og Poul) nú hava broytt uppskotið, sleppur nótaflotin við at missa minni enn upprunaliga ætlað, meðan allir hinir missa munandi meira.
Barentshavið skal nú missa meira av síni kvotu og teir fiskimenn, sum har lívbjarga sær, kunnu ikki fáa missin aftur, tí sokallað antitrust skal niðurlaða teir.
Fýra skip eru í Barentshavinum, og har er ikki nóg mikið av inntøku til at keypa nýggj skip, men landsstýrið sigur, at har skal verða minni enn tað.
Heimaflotin verður niðurlaðaður og stórur partur verður avhøvdaður. At fara frá fiskidagaskipan til kvotuskipan er í sjálvum sær ein vanlukka. Tað prógvaði tíðin frá 1994-96, tá vit høvdu slíka. Men kvoturnar verða settar á armóðsstødd og alt sum fer upp um armóð, skal á uppboðssølu, har nógvir vegnað antitrust verða noktaðir at bjóða.
Á Flemish Cap hava nøkur línuskip havt góða hjáinntøku í ár, men har er ov lítið í part. Revsingin har er, at kvotan verður lækkað við 25% og seld á uppboðssølu, har flestu teirra ikki sleppa at bjóða.
Sama skil er nú í grønlendskum sjógvi, har línuskip og trolarar hava havt eina hjáinntøku. Nù 25% minni til hesar fiskimenn.
Fyri at finna okkurt gott við uppskotinum, mugu nevnast tey 75%, sum landsstýrið ynskir at luta út sum 8 ára loyvi eftir søguligum rættindum. Tað vil siga, at 75% av tilfeinginum skal útlutast sum hagartil.
Men við at lesa uppskotið sær út, sum her er Javnaðarflokkurin lumpaður. Semjan er bert nakrar fáar prosareglur. Við at nærlesa, er lítil ivi um, at tá Hoydal hevur lagt semjuna í eitt lógaruppskot, so er tað bara fyrsta árið, at “bert” 25% skal á uppboðssølu. Næstu árini verður eti meir og meir av inntøkumøguleikunum hjá fiskimonnunum. Yvir tíð verða øll arbeiðsplássini á uppboðssølu.
Vóni eg havi skeivt í hesum, men misstankin vaks, tá eg hoyrdi Høgna Hoydal í KVF í gjár. Hann segði at uppskotið nú fer í Løgtingið.
Løgtingið skal tó ikki viðgera uppskotið, tí “einki má broytast uttan við mær”, segði fiskimálaráðharrin.
Hesin, sum tjóðveldismaðurin á sinni kallaði lítli Messias.
Hvat er endamálið við fiskivinnunýskipanini, sum nú er vorðið til ein spurning um, hvussu stóra revsing hvør fiskimaður skal fáa.
Jørgen Niclasen, form. Fólkafloksins