Home VinnutíðindiAlivinna Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost var 335 milliónir fyri fyrsta ársfjórðing 2017

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost var 335 milliónir fyri fyrsta ársfjórðing 2017

by OML

Alideildin og framleiðslan av fiskamjøli, lýsi og fóðri høvdu eitt gott rakstrarúrslit fyri fyrsta ársfjórðing. Liðugvøruframleiðslan hevði hall.

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri: “Fyrsti ársfjórðingur í ár var hendingaríkur. Í januar byrjaði góðskingarvirkið á nýggja laksavirkinum á Glyvrum, sum er síðsta útbygging av íalt trimum framleiðsludeildum á virkinum. Alideildin hevði avbjóðingar, tá ið ILA virus var staðfest á aliøkinum A-73 Hvanna­sund Norður. Bakkafrost hevur saman við myndugleikunum fylgt væl við gongdini á aliøkinum, síðan illgrunin um ILA kom fram í juli 2016. Rættstundis atgerðir eru tiknar, og allur fiskurin varð skjótt tikin og kruvdur, tá ið illgrunin var váttaður.

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost fyri fyrsta ársfjórðing 2017 var 335 milliónir krónur samanborið við 254 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2016. Alideildin hevði eitt rakstrarúrslit á 373 milliónir krónur samanborið við 261 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í fjør. Tøkunøgdin fyrsta ársfjórðing í ár var hægri, og miðalprísurin á laksi var eisini hægri samanborið við fyrsta ársfjórðing í fjør. Liðugvørufram­leiðslan gav eitt rakstrarhall á 53 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing í ár í mun til eitt rakstrarhall á 25 milliónir krónur fyri sama ársfjórðing í fjør. Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún var 45 milliónir krónur samanborið við 69 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing í fjør.

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 459 milliónir krónur við endan av fyrsta ársfjórðingi 2017, og felagið hevur 826 milliónir krónur í ótroyttum kredittum. Solvensurin hjá Bakkafrost var 65% við endan av fyrsta ársfjórðingi 2017.

ÚTLIT

Marknaðurin

Laksamarknaðurin hevur seinasta árið verið merktur av lækkandi útboði. Høvuðsorsøkirnar hava verið alguvøkstur í Kili og lívfrøðiligar avbjóðingar í Noregi. Neiliga ávirkanin á útboðið av laksi orsakað av alguvøkstrinum í Kili helt áfram í fyrsta ársfjórðingi 2017. Útboðið av laksi væntast at hækka í øðrum ársfjórðingi. Seinastu forsøgnirnar vænta ein vøkstur á 2% í mun til eina lækking á 6% í sama tíðarskeiði í 2016.

Aling

Bakkafrost væntar at taka 53.500 tons av laksi í 2017. Útsetingin av smolti hjá Bakkafrost í 2017 verður væntandi um 11,5 milliónir smolt. Tøkumeting og útseting av smolti eru altíð tengdar at ávísari óvissu, m.a. lívfrøðiligu gongdini.

Lívfrøðiliga støðan er sum heild góð í Føroyum, men lívfrøðiligi váðin er størsti váðin hjá Bakkafrost. Staðfestingin av ILA á aliøkinum Hvannasund Norður vísir týdningin av eini góðari aliskipan, har sjúku­fyribyrging og tilbúgving verða raðfestar sera høgt. Tøkan av fiskinum á Hvannasundi Norður var liðug 12. apríl 2017, og økið er nú í hvíldarskeiði. Bakkafrost setir áhaldandi lívfrøðiliga váðan í miðdepilin og hevur gjørt fleiri nýggjar íløgur og mannagongdir, sum skulu minka um váðan.

Niðurberjing av laksalús krevur nógva orku og er partur av lívfrøðiliga váðanum. Bakkafrost miðar eftir alsamt at minka – og sum frálíður sleppa undan – nýtslu av kemiskum evnum í viðgerð móti laksalús.

Liðugvørur

Málið hjá Bakkafrost er, at umleið 40-50% av aliframleiðsluni verða seld sum liðugvøra til fastar prísir. Søluavtalur fyri liðugvøru verða gjørdar fyri eitt tíðarskeið millum seks til tólv mánaðir. Bakkafrost hevur gjørt avtalu um sølu av liðugvørum fyri umleið 39% av væntaðu tøkuni av laksi hjá felagnum fyri restina av 2017. Fyrsti ársfjórðingur er merktur av eykakostnaðum at byrja nýggja virkið og steðga gomlu virkjunum.

Mjøl, lýsi og fóður

Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið fyri 2017 hjá ICES av svartkjafti er 1.342 túsund tons samanborið við 776 túsund tons fyri 2016. Samstundis eru tilmælini fyri sild og makrel eisini økt. Mett verður, at útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru góð, og sannlíkindi eru, at framleiðslan økist komandi ár orsakað av hægri kvotum.

Samlaða sølan av laksafóðri verður mett til 85.000 tons í 2017.

Íløgur

Í juni 2016 kunngjørdi Bakkafrost 5 ára íløguætlanina frá 2016 til 2020. Samlaðu íløgurnar verða 2,2 milliardir krónur, íroknað viðlíkahaldsíløgur.

Endamálið við íløguætlanini er framhaldandi at hava eina av mest kostnaðartilvitaðu virðisketunum í alivinnuni, at fremja burðardyggan vøkstur, økja um smidleikan og lækka lívfrøðiliga váðan, so fram­tíðar tørvir hjá kundunum verða nøktaðir.

Allar deildir á nýggja laksavirkinum á Glyvrum eru nú farnar undir virksemi. Sjey virkir eru latin aftur, og samlaða virksemið, sum virkini høvdu frammanundan, er sameint í eina eind. Eykakostnaðir eru í byrjunartíðarskeiðinum, men samlaða íløgan í nýggja virkið fer væntandi at spara Bakkafrost 70-90 milliónir krónur um árið, sum fer at síggjast so við og við frá 2017.

Bakkafrost ætlar at økja um virðið á innvøli og øllum avskurði frá laksinum, sum kemur frá framleiðsluni. Bakkafrost ger tí íløgur í eina nýggja laksamjøl- og lýsiframleiðslu á Havsbrún í Fuglafirði, sum væntandi kann byrja framleiðslu seint í 2017 og bæði kemur at geva eitt íkast til raksturin; men eisini tryggja enn burðardyggari framleiðslu.

Fíggjarliga støðan

Útlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti av kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møg­uleikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar og atgongdin til altjóða fígging geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.

Um Bakkafrost:

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksa­aling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri (FOF) er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum, og alivirksemið er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvr­um. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.