Johnny í Grótinum, sum hevur verið stjóri á Landssjúkrahúsinum, tekur 1. september við sum stjóri í Kringvarpi Føroya
Kringvarpsstýrið hevur avgjørt at seta Johnny í Grótinum sum stjóra komandi fimm árini. Johnny í Grótinum tekur við starvinum frá 1. september 2017, boðar stýrið í Kringvarpinum frá í tíðindaskrivi í morgun.
Nýggi stjórin er 41 ára gamal, útbúgvin cand.polit á Københavns Universitet og hevur leiðsluútbúgving frá Henley Business School svarandi til diplomstøði. Hann hevur síðstu tvey árini verið stjóri á Landssjúkrahúsinum.
Nýggi stjórin í Kringvarpinum hevur fjølbroyttar royndir í donskum og føroyskum fíggjarstovni sum ráðgevi og leiðari, sigur stýrið í tíðindaskrivi. Hann hevur starvast eitt skifti á Hagstovu Føroya og verið formaður í Búðskaparráðnum.