Home Tíðindir Útfluttu fyri 2,8 mia. og innfluttu fyri 2,5 mia. fýra teir fyrstu mánaðirnar

Útfluttu fyri 2,8 mia. og innfluttu fyri 2,5 mia. fýra teir fyrstu mánaðirnar

by OML

Fyrstu fýra mánaðirnir í ár hava vit útflutt vørur fyri 2,8 mia. kr. Tey trý londini vit hava selt mest til í ár eru Russland, Bretland og USA. Nógv størsta útflutningsvøran er laksur, og helvtin av honum er farin til Russlands og USA.

Sama tíðarskeið hava vit innflutt vørur fyri 2,5 mia. kr. Stívliga ein triðingur av øllum vøruinnflutninginum kom úr Danmark. Av matvøruinnflutninginum kom helvtin úr Danmark.

Fiskavøruútflutningutin minkaði við 28% í nøgd men vaks samstundis 7% í virði hetta tíðarskeiðið. Hetta kemur lutvíst av skifti frá bíligum til dýrari fiskasløg og lutvíst av prísbroytingum.


Nýggjar talvur við vørubýti og landabýti

Í samband við almannakunngeringina av hagtølunum fyri uttanlandshandilin eru nakrar av talvunum í hagtalsgrunninum víðkaðar, soleiðis at til ber nú at leita uppá bæði vørubólkar og lond í somu talvu. Til ber soleiðis at fáa yvirlit yvir, hvørjar vørur vit útflyta til einstøk lond, og hvat vit innflyta úr einstøku londunum.


Ein triðingur av útflutninginum fer til Russlands

Tey trý londini vit hava selt mest til fyrstu fýra mánaðirnar í ár eru Russland, Bretland og USA. Útvið ein triðingur fer til Russlands, sum keypti fyri 845 mió. kr.  Bretland hevur keypt 10% av samlaða útflutninginum, 272 mió. USA keypti 9%.

40% av útflutninginum til Russlands er laksur, 30% er makrelur og sild umboðar 20%. Hjá Bretlandi eru eisini umleið  40% laksur, meðan toskur umboðar 25%. USA keypur mestsum bara laks, ið er 97% av øllum útflutninginum til USA.  Hyggja vit eftir samlaða laksaútflutninginum, sum er nógv størsta útflutningsvøra hjá okkum, so fer útvið helvtin til Russlands og USA.

Innflyta helvtina av matinum úr Danmark

Av øllum matinum vit innflyta til húsarhaldsnýtslu, kemur útvið helvtin úr Danmark teir fyrstu fýra mánaðirnar í ár. Tað landið vit keypa næstmest frá, tá tað umræður mat, er Týskland, hagani 7% av matinum koma. Nýsæland, Bretland og Niðurlond koma síðani, og hesi umboða hvørt 4% av matvøruinnflutninginum.

Annars komu 35% av vøruinnflutninginum úr Danmark fyrstu fýra mánaðirnar í ár. Umleið ein fjórðingur av innflutninginum úr Danmark er gassolja. Av allari gassoljuni vit hava innflutt í ár er eisini nógv tann stórsti parturin úr Danmark, heili 85%.

 

Dagførd og útgreinað hagtøl um útflutning og innflutning eru at finna í hagtalsgrunninum her.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.