Eitt eygnakast á tær umfatandi skerjingar sum fiskiflotin undir Føroyum hevur verið útsettur fyri, vísir at skipanin við fiskidøgum er álað sundur av politiskum inntrivum og áhaldandi fiskifrøðiligari ráðgeving undir skeivum fyritreytum.
Tað ‘Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi’ sum eftir ætlan skuldi leggjast fram áðrenn Tingið fór í summarfrí men sum tingformaðurin tók av borðinum við ávísing til ivaspurningar og ógreiði, skal sum skilst standa sína roynd av nýggjum í tí tingsetu sum byrjar á Ólavsøku. Lítil ivi er um at onkrar broytingar til uppskotið eru orðaðar undir summarfrítíðini, men júst hvat og hvussu tykist eingin vita at siga frá í løtuni.
So mikið er tó greitt at talan er um eina støðu ið kann minna um politiska kreppu, í øllum førum um skulu vit ganga eftir hvat miðlar spekulera. Hinvegin er ofta best at ikki leggja ov nógvan týdning í gitingar, so lat okkum fyribils bara ganga út frá at verandi uppskot við onkrum broytingum verður lagt fram nú í næstum.
Í tann mun hetta uppskot kundi lesast og skiljast samanhangandi — teksturin tykist ikki longur alment tøkur á internetinum — so innibar tað millum annað at Fiskidaganevndin verður avtikin til frama fyri eitt ráð við umboðum fyri m.a. Havstovuna og fiskivinnuna. Tankin hevur verið frammi fyrr, til dømis hevur Dennis Holm, fyrrverandi formaður í Fiskidaganevndini, talað fyri tí. Hetta er so ikki beinleiðis nakað kardinalpunkt samanborið við eitt nú uppboðssøluna av fiskirættindum, herdar anti-trust reglur og ta yvirhøvur dramatiskt víðkaðu politisku stýringina ávegis við hundrað heimildum til landsstýrismannin at taka avgerðir sjálvur og smíða nýggjar reglur umvegis kunngerðir.
Men lat okkum fyri hesu ferð heldur umhugsa fiskidagaskipanina sum nú kanska er við at syngja sín svanasang, og fyri stóran part verður avtikin sambært tað nýggja uppskotið hjá Landsstýrinum. Optimisman kring hesa skipan var stór í fleiri ár, av fleiri orsøkum. Hon var eitt føroyskt svar til eina nógv minni flexibla og meira útblakingar-inducerandi kvotaskipan fyri heimaflotan, sum var blivin kroyst yvir høvdið á føroyingum frá danskari síðu í sambandi við fíggjarkreppuna í fyrru helvt av 1990unum.
Mynd:
Í ferð við at hála: trolari. (Maria Olsen Photo)