Home VinnutíðindiFiskivinna Fiskivinnutjóðin við eitt vegamót

Fiskivinnutjóðin við eitt vegamót

by OML

Seinastu mongu árini er farðin fram ein vinnupolitikkur í áhaldandi hevur gjørt umstøðurnar hjá fleiri vinnurekandi í fiskivinnuni mestsum pura ógjørligar. Hetta hevur ført til stóra fragongd í okkara høvuðsvinnu, og har fleiri feløg innan botnfiskaveiðu hava tað trupult.

Eg havi í yvir 20 ár arbeitt við fiskivinnupolitikki og havi eg gjørt roknskapargreiningar og fiskivinnuhagtøl vegna Fiskimálaráðið, verið í Vinnunevndini hjá Løgtinginum og greitt frá gongdini og útlitini hjá teimum feløgum í reka húkaveiðu. Nógv av tíð eg havi ført frám seinastu árini er tíðanverri gingið út. Spurningurin er nú, hvussu kunnu vit viðgerða fiskivinnuna sum ein nátturligan part av okkara samfelag og betra grundarlagið hjá vinnufeløgum í reka fiskivinnu eftir heilt vanligum vesturlendskum modellum. Eg komi her at vísa á, eina marknaðarskipan og nýskipan í tveimum Diamantum seinast í hesu greinarøð/ tema.

Óli M. Lassen siviløkonomur og reiðari

Vinnan og samfelagið

Eitt land mennist í takt við menningina hjá vinnufeløgum, vinnugreinum og tí almenna geiranum. Tað er altíð eitt samanspæl millum vinnuna og tað almenna í tryggjar framgongd hjá einum landi og vinnugreinunum í landinum.

Óli M. Lassen
siviløkonomur – reiðari

Í Føroyum hava vit seinastu árini gloymt hvat tað er at føra vinnupolitik sum vit kenna hann í londunum ið vit vanliga samanbera okkum við. Tí eru vit í dag í eini støðu, har hvørki Landsstýrið, Løgtingið ella umsiting hava evna at føra ein hóskandi vinnupolitikk, tá tað kemur til fiskivinnuna. Reiðarafelagið er eisini fari av kós, tá teir tosa um at vinnan kann gjalda tilfeingisgjøld og góðu støðuna í vinnuni. Tí er neyðugt at seta vinnuna í perspektiv og byrja at viðgerða veruligu støðuna.

Hetta kann lýsast í stuttum: Í Føroyum hava vit ein heimaflota sum hevur silgt í tungum sjógvi í nógv ár. Vit hava nøkur partafeløg í reka flakatrolarar og hava hesi góðan rakstur. Og so hava vit feløg í reka ein uppisjóðarflota sum hevur metgóðan rakstur og har møguligt er at fáa eykaskatt / tilfeingisgjald um man frá landinum heldur at enn meir peningur skal takast frá partafeløgum í reka fiskivinnu. Alt anna tos er púra burturvið. Roknskaparteknist er tað bert har, ein kann síggja at metgóður vinningur er staðfestur, og er hetta serliga orsaka av góðum rættindum / kvotum eftir 2010.

Hvat hendir tá fólk selja vinnuvirksemið

Neyðugt er at kenna til grundleggjandi vinnuviðurskiftir fyri at kunna viðgera vinnuna sakliga

Fyrst í 90´unum var støðan sera vánalig her á klettunum og vóru tað tá fólk í keyptu vinnutól í hesum sváru tíðum. Virðini ella virðisásetingin á vinnufyritøkum vóru ikki av teymum hægstu.

Fleiri av teimum í keyptu í ringu tíðunum og seldu aftur nøkur ár seinri, fingu góðan vinning. T.d. kann nevnast: tá nakrir mans keyptu eina smiðju og virðið hækkaði munandi, tí lønsemið var batna tá tíðirnar gjørdist betri og skip komu aftur í vinnu. Eisini tey í seldu heilsølur, timburhandlar, handilsbygningar o.a. hava fingi góðan vinning. Tað er alment kent, at tann í hevur orku at keypa í ringum tíðum, kann gera ein góðan handil seinri.

Peningur fer altíð úr vinnum / vinnugreinum

Um nakrir persónar velja at selja t.d. eina smiðju, heilsølu ein timburhandil ella ein stóran handilsbygning og fáa 10 tals milliónir í vinningi fyri vinnufyritøkuna, ja so fara pengar úr hesum vinnum, og hesi fólk verða mett at vera sera dugnalig. Men tá tað sama hendir í fiskivinnuni, tá onkur fer úr og selur við vinningi so fara pengar úr vinnuni, men nú er heilt galið og alt fer upp at garta. Fólk gloyma, at eingin reiðari bert hevur keypt eitt skip. Allir hava keypt eina vinnufyritøku / skip frá bankanum ella onkrum vinnulivspersónum sum vilja úr vinnuni og keypið er sum oftast skip við rættindum, ið goldið verður fyri. Hetta er altíð til marknaðarprís, sum er just tá og broytist hesin sjálvandi eftir útlitum í vinnuni. Sjálvt um reiðarin veit, at kvotur ella fiskidagar broytast, so er tað landið ið skal skipa soleiðis fyri, at týðandi vinnugreinar í landinum ikki fara fyri bakka.

Luft í politisku skipanini, veiðutrýst og metgóð støða í Fiskivinnuni ?

Tá tað ikki verða brúktir fiskidagar, so kalla politikkarar hetta fyri luft í skipanini, men gloyma at dagaskipanin just leggur upp til hetta, at minni roynd er, tá lítið er til av fiski. Men tá man ikki loyvir feløgum at lata dagar til aðrar og hevur eina reglu í sigur, at um tú ikki nýtir meir enn 60% av døgunum kanst tú ikki lata nakran dag árið eftir. Hetta er púra í andsøgn við høvuðsendamálið við skipanini. Hetta er at gera vinnukarmarnir hjá vinnuni enn meiri truplar.

Tað var ongantíð meiningin at vinnufeløg skuldu niðurpínast við raffineraðum politiskum snildum og at fólk skuldu tvingast at selja teirra vinnutól /partabrøv, tí man politiskt ikki vildi føra vanligan vinnupolitikk. Hetta skal eg venda aftur til.

Fiskifrøðingarnir tosa um eitt hugtak ið teir kalla veiðutrýst. Hetta er eitt búskaparligt hugtak í hevur samband við (effektivitet og produktivitet) “insettur kapasitetur”. Og kann ikki nýtast til at siga nakað skilagott um støðuna hjá einum fiskistovni, húgtakið hoyrir ikki heima her.

Sum talvurnar her visa, so eru húkadagar farnir frá 33.000 døgum tá tað var mest roynd, niður í 7.000 dagar so her er munandi lægri effektivitetur og produktivitetur. (Her kann nevnast at talan er um somu skip og somu egningarmaskinir sum í 90´unum) So grundleggjandi nýta vit eisini her ørkymlandi hugtøk og skuldu teir heldur nýtt orð, “tað lívfrøðiliga trýstið á stovnin”.

Skuldin hjá flotanum

Politikkara tosa mangan um, at skuldin hjá heimaflotanum er so stór og at tað gongur metgott í fiskivinnuni. Skuld í mun til hvat ? Roknskapargreiningar hava víst, at tað gongur sera illani hjá heimaflotanum og eini 1.600 til 1.800 fólk eru farin úr flak- & fiskivinnuni. Hvar gongur tað val og í mun til hvat ? Hví hava vit ongan nýggjan flakatrolara ?

Uppusølu av rættindum og skattan av yvirnormalum profitt

Tað verður mangan ført fram, at økonomar siga at man ger so og so. Men ikki er tað so, at undirvísing á hægri læristovnum leggur áherðslu á, at tosa um sølu av rávørum á einari uppusølu ella tos um vinnufyritøkur í hava yvirnormalan profitt og skattan av hesum. Hetta er mest kent tá tosa var um oljufeløg í gjørdi sær dælt, í tilafturskomnum londum.

Hvørjir eru teir professarar og lærubøkur í tosa um uppusølu av fiskirættindum hjá einum landið, har hetta er høvuðsgrundarsteinur undir landinum ?

Á universitetum og lærustovnum verður heldur tosa um vinnugreinar og hvussu lond mennast og samanspælið millum alment og privat og hví lond mennast so ymist og hvussu er kappingarstøðan er o.a. .

Vinnan, lønsemið, fígging og yvirnormalur profittur

Fiskivinnan er eyðkend av, at vit hava eldri skip og hava vit sum land ongantíð megna at endurnýggja botnfiskaflotan uttan stuðul og hevur lønsemið so gott sum altíð verið sera vánaligt. Hetta vísa eisini allar tær roknskapargreiningar í hava veri gjørdar av heimaflotanum. Hartil hava reiðaríðini veri noydd at keypa dagar undir Føroyum og kvotu við Ísland bara fyri at royna at yvirliva.

Tey seinast árini eru eisini nógv skip løgd. Bara í línuflotanum eru 10 skip færri enn fyri fáum árum síðani. Partafeløgini – Skipini hava eina skuld / virðið ið er ein brøkpartur av einum nýbygningi. Tí er ikki møguligt at byggja nýbygningar, hvørki til heimaflotan ella flakatrolarar, tí kostnaðurin er so høgur í mun til rakstur. Eitt ísfiskalínuskip kostar minst 70 til 100 milliónir. At byggja ein flakatrolara kostar einar 180 til 250 milliónir krónur. Norðmenn byggja Frystilínuskip fyri einar 150-180 mió. nok. Ein ísfiskatrolari kostar sikkurt alt millum 60 og einar 120 milliónur kr. Sum flest vita, so eru fíggingarmøguleikarnir sera vánaligir, orsaka av vanaliga lønseminum hjá heimaflotanum, tí er ómøguligt at byggja nýtt. Hvat ætla vit sum fiskivinnutjóð ? Hvussu skulu vit í framtíðini fiska upsa, tosk og hýsu ?

Bert uppisjóvarflotin megnar at endurnýggja seg

Tí er tað bert innan uppisjóðarflotan, at tað eru feløg / reiðaríðir, ið hava orku og lønsemið til at byggja nýtt, og møguliga eisini rinda eykaskatt av rættindinum til tilfeingið. Alt anna tos er møsn og tí má orkan leggjast í, at fáa betur rakstur hjá okkara fjøltáttaðu fiskivinnu og tað er her nýskipanin skal hava fokus.

Hvussu betra vit lønsemið hjá heimaflotanum

Hvussu megna vit at byggja nýggj skip til okkara fiskimenn og fáa reiðaríðir ið megna at reka botnfiskaveiðu uttan ein nógv trektan kassakredit. Feløgini hava frá mynduleikans síðu fingið nógvar forðingar, so lønandi rakstur gjørdist mest sum ómøguligur. Fokus má vendast og landsins mynduleikar og reiðarafelagið mugu rætta kós og viðurkenna tað veruligu støðuna. Fakliga støði í landinum má verða hægri.

Feløg í eiga línuskip mist nógv rættindi

– brot úr grein hjá Líggjas Johannesen

Frá 1996 /97 er “Bólkur 3 Línuskip farin úr 160 døgum niður í 92,6 dagar á Landgrunninum og á Føroya Banka vóru 30 dagar í 1996 og í 2008 16 dagar síðan 0 dagar.Tað vil siga at eitt Línuskip sum hevði 190 dagar í 1996 bara hevur 92,6 dagar í dag,um so var at eingin handil av døgum hevði verði.

Og í dag rópa teir (tjóveldi red.) um, at tað líkist ongun at reiðara selja dagar og loyvir. Um so var, at tað ikki varð loyvið at handla dagar og loyvir, hvussu hevði sæð út í dag.

Tað sum førir til handil av døgum og loyvun er tá tú minkar dagarnar,og teir sum í dag vilja skerja mest rópa harðast um at tað líkist ongun at ein handil fer fram av fiskiðdøgum,men tað eru teir í seta handilin ígongd hava teir nokk ikki funni útav enn,teir hava so onki anna boð uppá hvussu vinnan skal skipast fram til 2018. Um hetta heldur fram, við at skerja dagarnar hvørt ár fram til 2018 kan tað henda at fleirið verða noyddir at gevast og aðrir skulu keypa teir út úr vinnuni, og í 2018 verður alt tikið frá teimun aftur sum teir hava keypt (ikki fingið fyri einki).

Nær og hvar hevur Reiðarin fingið fiskiðrættindi fyri einki. Tá eg kom inn í fiskiðvinnuna (1993 red) var eg noyddur at keypa eitt skip sum hevði fiskiloyvið,síðan kom lógin um vinnuligan fiskiskap, og síðan hevur man verði noyddur at keypa dagar í rúgvuvís og hetta er galdandi fyri flest allar í fiskivinnuni í dag.” Brot úr grein frá 2011 eftir Líggjas Johannesen skipara og reiðara. Her skal eisini nevnast, at nógv reiðaríðir hava keyp íslandskvotu fyri millióna upphæddir.

Tá útvarpsmaðurin ringdi til mín og spurdi um støðuna hjá línuskipunum og greiddi eg frá um mistar fiskidagar og spurgdi eg hann hvat hann hevði sagt um onkur tók 3 mánaðar frá honum, tá var tøgn í hinum endanum og so segði hann, tað er ikki tað sama.

Tá visti eg veruliga hvussu støðan sum heild er í samfelagnum og hvussu lítið forstáilisi er fyri fiskivinnuni.

Eg greiddi honum frá, at tað var als eingin munur, tí vit eisini skulu rinda lánsgjøld og fastar útreiðslur eins og eitt húsarhald. Um KVF lækkar lønina hjá einum starvsfólkið við til dømis 120.000 kr so vil hetta arbeiðspláss verða minni áhugavert, eins og tað verður minni áhugavert at sigla við einum línuskipið tá landið hevur tikið um 100 dagar frá hvørjum skipið.

Frá 2004 til 2013 eru 1.812 færri størv í fiskivinnu og flakavinnuni.

Tað at tað eru 1.812 fólk færri í fiski- og flakavinnuni á landi sæst sjálvandi aftur í búskapinum, tó at 350 av hesum kunnu hava fingið starv í ali- & krivjivirkjum, so er tað ein sannroynd at 1.462 løntakarar færri í hesum trimum vinnugreinum føra til færri inntøkur til landskassan.

Tá fyrr so týðandi vinnur skrambla saman, so fer hetta eisini at merkja minni kapping millum fiskakeypararnar, møguliga minni innovatión á virkjunum eisini og verri úrtøku til sjómannin.

Men tað sum er mest álvarsamt í hesum er, at um tað framhaldandi fara omanfyri 100 sjómenn úr fiskivinnuni um árið, so er tilgongdin til maritima økið so lítil, at okkara støða sum maritimt land er í vanda og harvið missa vit risa inntøkur, tí færri verða at fara við føroysku skipunum ella til Noregs ella onnur lond at fiska ella at arbeiða í frálandavinnuni v.m. . Heldur hendan ónatúrliga gongdin fram, so fer at svíða onkustaðni og stendur landskassin til at missa risa inntøkur.

Grundleggjandi samband millum brúktar dagar og veiðu

Sum talvan greitt vísur, so er tað grundleggjandi neyvt samband millum veiðu og brúktar dagar. Hetta vísir greitt, at tá man velur at nýta færri fiskidagar so fellur veiðan samsvarandi. Tó síggja vit eisini tíðarskeið har skipini hava fisk nógv pr. dag. Men sum heild, so er gongdin greið og tí kenna vit ikki veruligu støðuna hjá fiskastovnunum nú vit mestsum eru givin at fiska.

Útróðrarflotin 1997-2014

Sum talvan vísur so er útróður í fríum fallið og er útróður har bátar koma við daggomlum fiskið við at doygggja út. Tað eru bert eini 25 útróðrar- og snellubátar í reka vinnuliga útróður í Føroyum í dag.

Innan alla línuvinnuna hava vit sera bílig skip ið skapa nógv virksemið um hesi eru í vinnu. Línuveiða hevur havt sera stóran týdning fyri nógv økir í Føroyum, og eru flest allir sjómenn byrjaðir umborð á einum línuskipið. Um alivinnan og uppisjóðarvinnan fáa niðurgongd og vit ikki finna olju við Føroyar, ja so verður svángligt í Føroyum tá húkaflotin ikki verður førir fyri at loysa aftur orsaka av politiskari vanrøkt.

Tey bakkøst heimaflotin og serliga húkaflotin hevur verið fyri og tann týdning hann hevur fyri samfelagið hevði í einhvørjum øðrum framkomnum samfelga ført til, at man hevði veitt hesum feløgum / skipum eina hjálpandi hond. Betur rættindir ella beinleiðis stuðul.

Feløg í fiska tosk og hýsu mangla 1,8 – 2 milliardir kr í umsetningið.

Frá 2008 til 2015 manglar flotin í fiskar tosk og hýsu umleið 1,8 milliard til 2 milliardir í toska & hýsu veiðu í krónum. Tað eru einar 225 til 250 milliónir krónur um árið í 8 ár. Her er rokna við miðal er einar 450 milliónir kr um árið.

Tann áhaldandi niðurpíning av feløgum ið reka húkaveiðu hevur ført til, at eigarar hava verið noyddir at selja síni vinnutól ella broyta eigaraviðurskiftini munandi. Útróðrur er mestsmum heilt steðgaður upp.

Tað er ein sannroynd at tað er sera lítil roynd eftir toski og hýsu á Føroyagrunninum. Eisini kann staðfestast at flestu feløg í reka fiskivinnu eftir toski og hýsu hava veri í kreppu í mong ár orsaka av prísgongd, og lítið av fiski undir Føroyum og harvið væntandi inntøku til manning og reiðaríð. Hetta hevur so aftur ført til, at flotin eisini hevur havt manningartrupulleikar, sum so aftur hevur ávirka raksturin negativt.

Roknskapar-greiningar av úrslitinum hjá Línuskipum prógva í ríkiligt mát, vánaligu gongdina hjá hesum feløgum seinastu mongu árini.

Í dag eru tað heilt fá Línuskip og útróðrarbátar eftir. Løgtingið hevur góðtikið at skorið umleið 100 dagar frá hvørjum (skipið) felag í eiga Línuskip. Hetta er gjørt uttan endurgjald.

Umframt hetta, so eru hendar stórar økisfriðingar. Skipini verða tvinga at landa stórsta partin av veiðuni í Føroyum, har prísirnir kunnu verða verri enn uttanlands. Vit kunnu ikki lána dagar millum skipini ella leiga, tí 60% brúksskylda er galdandi.

Hetta hevur ført til at 10 skip eru farin úr flotanum og minst 150 mans eru færri í bólkinum línuskip.

Reiðarar ynskja eisini at betra umstøðurnar hjá heimaflotanum

Bæði formaðurin í reiðarafelagnum og aðrir stórreiðarar hava ført fram, at tað kundi borið til at býtt uppisjóðarfisk um við botnfiskarættindi, so fyri okkum er at vóna, at hetta gerst verðuleikið í 2018.

Tað er eingin ivi um, at um vinnan, fakfeløg og fiskivinnuumsitingin saman gjørdu eina nýskipan vildu vit komu á mál.

 

Føroyski Fiskivinnupolitikkurin er á vandakós.

Er ætlanin at niðurbróta margfeldni í fiskivinnuni ?

Í áravís hava politikkarar avlaga alla fiskivinnuna og skjert og skjert, samstundis sum hetta hendir, er ein glíðing farin fram har Fiskimálaráðið / Løgtingið hevur økt munandi um møguleikarnar hjá trolaraflotanum. Ógvusligar skerjingar hjá Húkaflotanum og áhaldandi fokus á hesar skipabólkar hevur ført til, at hesi skip eru í stórum trupulleikum.

Samstundis sum húkaflotin er við at fara fyri bakka hevur Løgtingið gjørt sera góðar karmar fyri trolaradrift, men kunnu vit lesa í útlendsku pressuni, at fleiri lond ikki eru glad fyri troling og serliga partroling.

Meðan tað er gott latín at geva trolarum fleiri rættindi, hoyra vit kokkar spyrja eftir burðardyggum línufiski og tosa verður nógv um daggamlan fisk og at betra góðskuna og selja til heilt serligar marknaðir. Men sær enn út til, at tað ikki er vilji til at broyta fiskivinnupolitikkin.

Í 2009 – 2010 søkti húkaflotin um kreppuhjálp 

Eftir fallandi fiskiskap og prísir søkti Føroya Reiðarafelag, Fiskimannafelagið, Meginfelag Útróðarmanna og Felagið Línuskip um at fáa umleið 17 milliónir krónir í kreppuhjálp í 1 ár. Bara at fáa svar frá umsitingini var trupult. Feløgini gjørdu í felag eina frágreiðing í var send til Løgting- og landsstýrisfólk.

Men sjálvt vit roknskapargreiningum og veiðu- og sølutølum, ið vísti eina velduga afturgongd, var eingin hjálp at fáa. Hetta vísir, at tað er hvørki vilji ella evnir og vitan um heilt grundleggjandi vinnuviðurskiftir. Eg var í vinnunevndini og greiddi frá, at um man einki gjørdi, fóru nógv feløg / skip ikki at hóra undan. Í dag er 10 línuskip færri í vinnu. So tað gekk ákkurat sum eg hevði spátt, tíðanverri.

Sum talvan vísir so fiska vit minni av høvuðsfiskasløgunum nú enn í kreppuni fyrst í 90´unum. Veiðan av tosk, hýsu, upsa er lægri seinastu 6 árini, enn kreppuarini fyrst í 90 ´unum. Havast skal í huga at nú er veiðan frá Flemis Kap við í uppgerðini. “Her er talan um totalt kollaps”

Rættartrygdin fokin

Tá mynduleikin ár eftir ár kann luta út nýggj fiskirættindi undir Føroyum til so ymisk feløg so sum rækjutrolarar, trolbátar og partrolarar og als ikki kann kompensera feløg í reka húkaveiði fyri veldugum níðurskurðið í døgum, so er grundleggjandi galið við rættartrygdini hjá feløgum sum virka á Føroyagrunninum. Hví bleiv sett í kunngerð ella lóg at Bólkur 3 Línuskip skuldi fiska makrel við húki, tá tað ikki bleiv sett í lógina at trolarar skuldi fiska makrel við botntrolið ? Hava vit í Føroyum eitt “indiskt kastesystem”

At geva til dømis trolarum útvið 100 milliónir krónir í meir umsetningi um árið við makrelrættindum. Samstundis sum ført verður fram at útróður og feløg í reka línuskip ikki hava rætt til sama tilfeingi er heilt óskiljandi. Støðan hjá húkaflotanum er eins torfør sum hjá teimum í veiða upsa tosk og hýsu við troli.

Ein av grundarsteinum í fiskivinnulógini, leggur upp til, at tey feløg ið verða rakt av niðurskurði, kunnu fáa nýggj rættindi um hesi eru tøk hjá landinum. Men hesin parturin av lógini verður als ikki nýttur.

Fiskivinnulógin byggir á, at tað eru teir persónar og feløg í hava veiðurættindi undir Føroyum ið kunnu virka her. Tí er ikki talan um skip ella skipabólkar, men um partafeløg ella persónar. Tí er nú neyðugt at løgtingið viðgerð truplu støðuna sum feløg í veiða botnfisk eru í. Sum reiðarar og nevndarlimir í Felagnum Línuskip vilja vit vita hvussu okkara feløg kunnu yvirliva. Vit hava lánsgjøld, tryggingar, hýrur og annan rakstur og tí mugu vit eisini fáa hóskandi umstøður at virka undir.

Ápartheid í Fiskivinnuni

Í dag kunnu vit staðfesta, at tað er apartheid í føroysku fiskivinnupolitikkinum og er tað ein sannroynd at umsiting og politikkarar í dag ikki vilja kennast við og meta tað neyðugt at hava eina fiskivinnu ið kan veita fiskavirkinum,  húkaveiddan tosk og hýsu. Eitt er at drepa húkaflotan, men niðurlaðing av tilgongd til sjóvinnuna verður landinum ein dýrur lærupeningur.

Óli Samró vísir í framløgu á, at fiskivinnupolitikkur er ikki annaleiðis enn annar politikkur, fái eg ein motorveg so hjálpi eg tær við fiskivinnulógini ella fái eg eitt sjúkrahús so skal tú nokk fáa tín fiskivinnureform ígjøgnum. Ella kunnu vit eisini siga, at um eg fái eina royndarkvotu / økiskviotu av makreli til oynna so skal eg stemma fyri.

Mynduleikin í Føroyum hevur í 2010 valt at útluta nýggj makrelrættindi til nøkur útvald feløg og sum talvan omanfyri vísir, so vita vit í fiska tosk og hýsu við línu ikki hvussu man er komin fram til útlutanina. Men sum eg havi víst á í hesari grein, so er talan um eitt total kollaps bæði tá talan er um veiðu og fólk innan vanligu fiski-og flakavinnuna og sum stjórin í Realinum segði á einum fundið “Gud viti hvussu støðan hevði verið hjá trolarunum” um teir ikki fingu makrelrættindi.

Løgtingið og Landsstýrið vil heldur økja rættindini hjá nóta- & trolaraflotanum munandi og lata útróðrarmannin og línumannin verða við sviði soð. Húkaflotin hevur tað sera trupult í politisku skipanini. Man hevur ongar trupulleikar politiski at loyva útlendskum skipum at fiska botnfisk undir Føroyum og læta uppisjóðarrættindi til trolaraflotan, men at geva húkaflotanum rímulig rættindi at virka undir kemur als ikki til viðgerðar í politisku skipanini. Tað hevur ikki áhuga í at bjarga hesum feløgum / skipum og hesi mentan. Hví royna politikkarar av øllum alvi at drepa húkaflotan ?

Frá botnfiskaveiðu og flakavinnu til uppisjóvarframleiðslu og alivinnu

Nótaflotin hevur ikki havt so góðar dagar nakrantíð sum nú. Varðin Pelagic er byrjaði sítt virksemi á Tvøroyri og byggir nú Surimivirkið. Kollafjørð Pelagic hevur eisini nógv virksemi. Og nýtt uppisjóðarvirkið er eisini bygd í Fuglafirði, sum kemur at útvega eini 80 nýggj arbeiðspláss. Frystikapasiteturin verður eisini øktur Soleiðis kundi ein hildið á við mongum góðum søgum um uppgongdina í pelagisku vinnuni, ið er komin orsaka av fleiri makrel rættindum eftir 2010. Her skal eisini nevnast góða gongdin hjá alifyritøkunum.

 

Mynd frá kvf uppisjóðarveiða

Eftir risa íløgur í nýtt virksemið, so føra stóru reiðaríðini eisini vinnupolitikk

Sum nevnt, eftir risa íløgur í uppisjóvarvinnuni hava fleiri av teimum stóru reiðaríðunum eisini gjørt íløgur í flakavirki á landið og sett pening í fleiri feløg í reka botnfiskaveiðu.

Tey hava gjørt íløgu í bæði Línuskip og fleiri trolarar. Hetta tí hesir reiðarar ynskja, at vit hava ein fjøltáttaðan flota og sum samfelag hava fleiri bein at standa á. Haldi ikki hesar íløgur eru gjørdar við avkasti fyri eyga, tí so mikið væl kenna teir til rakstur av heimaflotanum, at teir vita, at her er lágt lønsemið.

Tá landi ikki førir “Vesturlendskan vinnupolitikk” var neyðugt at hesi feløg trakaðu til. Uttan teirra íløgur í botnfiskaflotan vildi munand fleiri skip ligið við bryggju og minni arbeiði vildi eisini veri á fiskavirkjum, hjá smiðjum, heilsølum og øðrum veitarum av vørum og tænastum til fiskivinnuna.

Tá landið ikki førir nakran verðuligan arbeiðsmarknaðar- ella fiskivinnupolitikk innan okkara høvuðsvinnu so mugu hesu feløg sum eisini verða undirdygd í skattum og avgjøldum eisini byggja landi upp við at byggja nýggj uppisjóðarvirkir o.a. samstundis sum hesi feløg ikki standa modell til, at botnfiskaflotin fer fyri bakka og tí hjálpa hesi feløg eisini har,  soleiðis at vit framhaldandi kunnu hava ein fjøltáttaðan flota.

Fyrst mugu teir uppihalda stórum parti av almenna geiranum og so føra arbeiðsmarknaðar- og vinnupolitikk fyri at liviligt skal vera í hesum landi. Her kann eisini nevnast at inntøkutrygdin var løgd út á vinnuna og rinda stóru reiðaríðini sín stóra part av hesum eisini. Eisini skulu feløg í reka fiskivinnu umframt at rinda inntøkutrygd eisini gjalda til ALS.

Arbeiðsmarknaður – vinna og innovatión

Tá fyrr so týðandi vinnur skrambla saman, og um tað framhaldandi fara omanfyri 100 sjómenn úr fiskivinnuni um árið, so er tilgongdin til maritima økið so lítil at okkara støða sum maritimt land er í vanda og harvið missa vit risa inntøkur, tíð færri verða at manna føroysku skipini ella fara til onnur lond at fiska ella at arbeiða innan flutnings- ella frálandavinnuni.

Heldur hendan ónatúrliga gongdin fram so fer at svíða. Sjálvt teir borgarligu í USA funnu útav at neyðugt var at stuðla bilídnaðinum í USA um hesin ídnaður ikki skuldi fara fyri bakka. Og gongur væl har í dag.

Tað er lætt at tosa um útróðrarmannin og fiskimannin meðan hesar vinnugreinar fella fullkomiliga saman í tosinum um eigaraform, tilfeingisgjøld, uppoðssølu av livandi fiski, anti trust v.m. . .

Fiskivinnudiamantarnir

Eg havi her gjørt eina skipan ið eg veit fer at virka til gagns fyri allar Føroyar. Fyri at ein marknaður kann virka er neyðugt, at ikki er møguligt at læsa sølumøguleikarnar hjá einum leverandøri av rávøru. Um seljarin hevur so nógvar sølukanalir sum møguligt so fær keyparin ikki eina “hóttandi støðu” mótvegis seljaranum og vit fáa eina rímuliga rætta kapping um rávøruna við hesum modellinum eg her havi sett upp. Tað ber ikki til at tvinga feløg í hava gjørt stórar íløgur í skip og virkir at tvinga tey at selja til onkran annan, tá man hevur tillaga seg til at fiska og framleiða og selja egnar vørur. Tí havi eg her sagt at “25% til 30%” av øllum tilfeingi skal seljast gjøgnum Fiskamarknað Føroya, har landið so kemur inn sum eigari eisini. Fyri ikki at læsa skipini føst, so skal verða loyvt at selja 25% av veiðuni uttanlanda, so tað altíð verður kapping um fiskin bæði innlendis og á heimsmarknaðinum.

Fiskivinnunýskipanin

Bæði í Noreg EU og Danmark verða árliga rindaðar 100 tals milliardir í fiskivinnu- landbúnaðar og matvørustuðuli v.m. Eg veit ikki hví man hevur valt hesa loysn, men ein forklaring er nokk, at man ynskir at hava stóran part av egnari matvøruframleiðslu so tætt at sær sjálvum og er hetta eisini nátturligur partur av vinnugreinunum í eitt nú EU og Noreg. Man hevur sagt við vinnufyritøkurnar nýtið okkara arbeiðsfólk okkara matvørulóggavu v.m. og vit tryggja tykkara vinnuvirksemið sjálvt um tit hava høgt kostnaðarstøði so kompensera vit hetta við afturbering gjøgnum eina ørgrynnu av stuðulsskipanum. Í okkara grannalondum veit man hvønn tídning hesar vinnugreinar hava og avleidd virksemið og útflutningur av t.d. nýggjari tøkni til aðrar marknaðir. Í Føroyum hava vit útflutning frá trolvirkjum, lemmavirkir, tøkni til fiski- og alivinnuna v.m. . Vit høvdu eisni servitan innan Línuframleiðsu men er hendan flutt til Kina í takt við at skipini fakkaðust í Føroyum. Men nú selur hendan fyritøkan til heimsmarknaðin, men grundarsteinurin og vitanin er sprottin úr línuvinnuni í Føroyum. Sum eg vísti á í byrjani, at um týðandi vinnugreinar minka í landinum so verður áhugin minni til at menna vørur og tænastur til maritimu Føroyar, og tí er tað sera kritiskt um vit minka munandi um skipini í veiða undir Føroyum og okkara fiskiflota sum heild.

Vesturstrondin í Danmark er oyðin

Tað eru búskaparfrøðingar og politikarar í halda at, vit bara skulu hava so fá og effektiv skip sum møguligt, men hyggja vit eftir vesturstrondini í Danmark, so fella húsaprísir, smiður, handlar og maritimar tænastuvinnur minka munandi orsaka av at tað eru fleir 100 skip løgt og fleiri 1000 fiskimenn færri á vesturstrondini og í Danmark sum heild. Hetta er ein samfelagsslig katastrofa. Støðan er nú so ring, at tey fáu skipini í eru eftir, hava torført at manna skipini, tí man hevur niðurpínt vinnuna so nógv. Kvotaskipanin hevur helst sína stóru skuld til støðuna, tí flest allastaðni har man nýtir kvotur fellur fiskiskapurin munandi. Og sjálvandi ynskja vit at varðveita fiskidagaskipanina, tí hetta er ein nátturlig og góð skipan til okkara blandingsfiskiskap.

At politikarar siga at nýggj feløg skulu inn samstundis sum teir reka alsamt fleiri av verðandi feløgum / reiðarum úr vinnuni er ein markleysur frekleikið. Tykkara uppgáva er at skipa soleiðis fyri, at vit sum fiska botnfisk fáa nýggj rættindi eini 20.000 tons av toski og 10.000 tons av hýsi við umbýtið við onnur lond, ella er neyðugt at vit fáa aðra kompansatión, vísandi til tann ovurhands mismun í er gjørdur millum vinnufeløg í virka undir somu fiskivinnulóggávu og havandi í huga fallandi veiðu.

Førdi fiskivinnupolitikkurin hevur fullkomiliga tikið vinnugrundarlagið undan flestu línuskipunum  og útróðrarflotanum og vil eg harðliga átala tey skilaleysu inntriv í verða gjørt í nýggja fiskivinnuuppskotinum og skilji eg als ikki, hví man ætlar at gera okkara vinnuumstøður enn verri enn tær longu eru.

Eisini er tað hugstoytt at vita, at flest øll arbeiðarafeløg í Føroyum, Reiðarafelagið, fleiri búskaparfrøðingar, útlendskir professarar, Fiskimannafelagið, Skipara- & Navigatørfelagið, peningastovnar og nógv onnur hava víst á, at uppskotið er alt ov fløkt og víttefevnt og gevur Fiskimálaráðharranum víttfevndar heimildir. Eitt uppskot ið leggur enn fleiri byrðar og fótonglar fyri línuvinnuna og sum ikki ger tað lættari at virka hjá verðandi vinnufeløgum.

At enda vil eg siga, at tað í eg her havi víst á, er ein sorgarleikur fyri tey í fiska við línu og eitt kollaps hjá týðandi vinnugrein og sum hetta ber boð um.

Skulu vit hava eina sterka og fjøltáttaða fiskivinnu, so er neyðugt at allur peningur í er í fiskivinnuni verður verðandi har. Sum diamanturin eisini vísur á, so er neyðugt at gera ein Fiskivinnugrunn og fáa fleiri rættindi til tey feløg í veiða botnfisk, soleiðis at týðandi vinnugrein kann yvirliva.

Tað tykist løgið at fólk á tingið í ramasta álvara kunnu sita og lóggeva og stýra uttan at gáa eftir at okkara høvuðsvinna er í stórum trupulleikum. Og har fokus einamest er á hvussu vit herða antitrust regluna og hvussu vit kunnu fáa nýggj fólk inn í vinnuna. Førdi politikkurin er ein total háðan mótið okkum øllum í hava roynt at virka í fiskivinnuni undir sera truplum tíðum. Skulu vit menna maritimu Føroyar er neyðugt at hava vinnuna við og ein fiskivinnunýskipan kann ikki setast í verka har vinnan als ikki hevur verið við í viðgerðini.

 

 

 

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.