Gerda Danielsen, sum hevur starvast í BankNordik í 49 ár, fekk á samkomu fyrr í vikuni viðurkenningina ”Den Kongelige Belønningsmedalje”, sum verður latin fyri trúgva, drúgva og sera góða tænastu.
Sum 18 ára gomul byrjaði Gerda sum lærlingur í táverandi Føroya Banka tann 2. september í 1968, og hon hevur síðani starvast innan ymisk øki í bankanum í útvið hálva øld, uttan íhald. Øll árini hevur hon við sínum holla kunnleika, eldhuga og dugnasemi verið ein dyggur stuðul hjá starvsfelagunum. Gerda hevði sín seinasta arbeiðsdag fyrr í vikuni, og í BankNordik fegnast tey um at kunna heiðra hana við kongaliga heiðursmerkinum.