Home Fólk & Samfelag Kanning av umsiting av veiðiloyvum í Fiskimálaráðnum

Kanning av umsiting av veiðiloyvum í Fiskimálaráðnum

by OML

Umboðsmaðurin heitti í skrivi tann 28. oktober 2014 á Fiskimálaráðið um at geva sær eina frágreiðing um umsitingina av veiðiloyvum.

Kelda: LUM 23-08-2017

Umboðsmaðurin vísti á, at sambært § 5, stk. 3, í lógini um vinnuligan fiskiskap er eitt veiðiloyvi ein góðkenning, ið landsstýrismaðurin veitir einum ávísum fiskifari. Veiðiloyvið er knýtt at fiskifarinum, og er tann almenna góðkenningin av, at ávíst fiskifar kann veiða inni og uttan fyri føroysku landleiðini. Í § 3 í kunngerð nr. 54 frá 26. mars 1993 um veiðiloyvi til føroysk fiskiskip verður sett sum treyt fyri veiðiloyvi, at skipið er løggilt, og at ásetingar í kunngerðum og veiðiloyvum, herundir serligum fiskiloyvum, viðvíkjandi reglum um fiskiskap, veiðireglum, uppgávuskyldum o.ø. verða hildnar, og at broytingar, umbyggingar o.a. ikki munandi hava broytt veiðiorku og fiskimøguleikar. Veiðiloyvi er sostatt eitt prógv (mín undirstriking), sum gevur einum fiskifari loyvi til at fiska.

Sambært § 8, kann eitt veiðiloyvi verða flutt til,

1)    eitt annað fiskifar uttan veiðiloyvi,
2)    til annað fiskifar við veiðiloyvi, og
3)    veiðiloyvi frá tveimum fiskiførum kann verða flutt til annað fiskifar uttan veiðiloyvi

Tað eru sostatt fleiri møguleikar at flyta veiðiloyvi frá einum fiskifari til eitt annað og at leggja veiðiloyvir saman. Tað hava verið nógvar broytingar í fiskiflotanum, síðani lógin um vinnuligan fiskiskap kom í gildi í 1994, og sambært álitinum um endurskoðan av lógini um vinnuligan fiskiskap frá 2007, sæst á blaðsíðu 17, at talið av veiðiloyvum í 1996 var 160, og at  hetta tal var minkað niður í 120, í 2007. Sagt verður víðari, “at talið á veiðiloyvum í dag er lægri enn 1. januar inniber ikki, at til ber at økja talið aftur upp til talið, ið var 1. januar 1995.”

Í frágreiðingini frá Fiskimálaráðnum verður sagt, at veiðiloyvini ikki hava verið skrivað sum serstakt skjal. Frumrit ella avrit av veiðiloyvum eru tí hvørki ávikavist send skipaeigara ella goymd í skjalagoymsluni hjá Fiskimálaráðnum. Fiskimálaráðið sigur samstundis, at ráðið ikki hevur nakra skrásetingarskipan viðvíkjandi veiðiloyvum og heldur onki serstakt skjal yvir hesi veiðiloyvi.

Umboðsmaðurin bað í hesum sambandi Fiskimálaráðið um at greiða sær frá, hvussu ráðið tryggjar sær, at tað altíð er samsvar millum veiðiloyvi, fiskiorku og fiskiloyvi.

1.    Hvørji skjalfest prógv hevur ráðið fyri, at fiskiorkan ikki økist, tá afturvendandi broytingar fara fram í einum veiðiloyvi í sambandi við samanleggingum av veiðiloyvum?

2.    Hvussu skjalfestur ein umsøkjari av einum veiðiloyvi, hvørji rættindi hann hevur til fiskiskap, fiskiorku v.m., tá hann onki veiðiloyvi hevur, sum prógvar hetta?

3.    Hvussu skrásetur Fiskimálaráðið tær ymisku samanleggingar og broytingar í einum veiðiloyvi?

Aftaná fund um málið og ymiskt samskifti millum umboðsmannin og Fiskimálaráðið fekk umboðsmaðurin tann 10. februar 2017 tað tilfar, sum umboðsmaðurin hevði biðið um.

Í skrivi, dagfest 18. august 2017 boðaði Løgtingsins umboðsmaður Fiskimálaráðnum frá, at av tí at landsstýrið arbeiðir við einari nýgjari fiskivinnuskipan hevur umboðsmaðurin avgjørt ikki at gera meira við málið. (LU(M 14/00129)

Skrivið frá Fiskimálaráðnum og yvirlit yvir flytingar av veiðuloyvum millum før, hvørjum veiðiloyvi eru latin og samanlegging av loyvum, kann lesast her:ReadSpeaker

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.