Hagtøl yvir løntakarar býtt á kyn, aldur, vinnugreinar og sýslur eru nú tøk til og við juni 2017. Í juni vóru 26.029 løntakarar tilsamans, árstíðarjavnað. Hetta eru 695 fleiri í mun til juni í fjør.
Hagstovan » 11. september 2017
Trendurin (t.v.s. rákið í langtíðargongdini, sí mynd) í talinum av løntakarum hevur verið óbroyttur síðan byrjanina av 2014. Størsta talið av løntakarum á 26.031 varð skrásett í apríl 2008. Tíðarrøðin av løntakarum gongur aftur til 1985.
(trýst á myndina, so hon gerst størri)
Sí fleiri tøl í hagtalsgrunninum.
Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum.
Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.