Home Fólk & Samfelag Grein 52 spurning til landsstýrismann Henrik Old

Grein 52 spurning til landsstýrismann Henrik Old

by OML

 

Raksturin hjá ALS er farin úr 6 mió kr. í 2008 til nærum 15 mió kr. í 2016. Sostatt eru lønarútreiðslurnar vaksnar við næstan 9 mió. kr. upp á fá ár. Hetta skrivar Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

1. Hvussu ber tað til, at lønarútreiðslunar hjá Arbeiðsloysisskipanini (ALS) eru so høgar, tá arbeiðsloysið er lækkandi?
2. Hevur landsstýrismaðurin saman við ALS stýrinum ætlanir um at lækka inngjaldið til ALS?
3. Metir landsstýrismaðurin tað vera rætt, at lønarútreiðslunar hjá ALS ikki laga seg eftir lækkandi arbeiðsloysinum? Viðmerking Arbeiðsloysið er met lágt í løtuni. Sambært Hagstovuni var arbeiðsloysið í juni 2017 2,2%.
Tí undrar tað, at lønarútreiðslunar hjá Arbeiðsloysisskipanini ikki samsvara við góðu búskapargongdina. Sambært ársfrásøgnini fyri 2016 starvaðust 34 fólk í ALS. Ársfrágreiðingin fyri 2017 er ikki tøk, men um støðið verður tikið í ársfrágreiðingini fyri 2016 og sammett við arbeiðsloysið í juni 2017, sita í dag 34 starvsfólk, ið umsita 412 arbeiðsleys. Við øðrum orðum: hvørt starvsfólk umsitur gott og væl 12 arbeiðsleys! Tað, ið ger støðuna so undrunarsama er, at lønarútreiðslunar eru nærum trýfaldaðar seinastu átta árini, hóast arbeiðsloysið er lækkað úr 7% í 2011 til 2,2% í 2017.
Raksturin hjá ALS er farin úr 6 mió kr. í 2008 til nærum 15 mió kr. í 2016. Sostatt eru lønarútreiðslurnar vaksnar við næstan 9 mió. kr. upp á fá ár. Næstan trýfaldaðar. Um sammett verður við Barsilsskipanina, ið er ein útgjaldskipan, ið líkist ALS, kostar umsitingin 2. mió. kr. árliga. Arbeiðstakarin skal sambært lóg gjalda 1,25% av lønini inn í arbeiðsloysisskipanini, men í veranda løtu eru eingi útlit fyri, at góða búskapargongdin steðgar. Tvørturímóti. Í løtuni tykist tað, sum hart vunnu pengarnir fara í umsiting, heldur enn til arbeiðstakarin.
Tí hevði tað verið uppá sítt pláss, um landsstýrimaðurin saman við ALS stýrinum hugdi at ALS inngjaldinum og vaksandi lønarútreiðslunum, so at skipanin kemur arbeiðstakaranum til góðar. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

vinarliga

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.