Magnus Heinason var úti til hydrografikanningar um mánaðarskiftið august/september. Á slíkum túrum verða planktonkanningar gjørdar á flestu støðum. Eystanfyri og úti í Hetlandsrennuni var óvanliga nógv til av einum evarskum lítlum veingjasnigli, nevndur limacina.
Limacina er vanlig á okkara leiðum, men sjáldan í serliga stórum nøgdum. Tá glúpprøvar verða tiknir, er tað oftast reyðæti, sum tað sæst mest av í prøvanum, so at prøvin er reyður á liti. Á hesum túrinum var tað tó mest av limacina í fleiri prøvum eystanfyri, og tann stórsti prøvin var úr Hetlandsrennuni – sí mynd niðanfyri, har tey svørtu “kornini” eru skeljarnar hjá limacina-sniglum. Vit kenna ikki orsøkina til, at so nógv er til av júst limacina í ár, men eins og á Landgrunninum, so hava gróðrarumstøðurnar helst verið serliga góðar í ár.
Á hydrografitúrinum vórðu eisini hita- og saltmátingar gjørdar eftir standardskurðunum. Harafturat vórðu data lisin úr tveimum hitamátarum, sum liggja á botni, eins og ein PIES (Pressure Inverted Echo Sounder) varð løgd út norðanfyri. Hetta tólið varð lagt út í samstarvi við granskarar frá Universitetinum í Hamborg og er partur av FARMON-projektinum.
Túrfrágreiðingin kann lesast her.