Home Fólk & Samfelag Mariusystrar vitja: Byrjaðu bíbliubólk í sundurbumbaðum býi í Týsklandi

Mariusystrar vitja: Byrjaðu bíbliubólk í sundurbumbaðum býi í Týsklandi

by OML

Hesa vikuna frá fleiri av samkomunum kring oyggjar eina rættiliga forvitnisliga vitjan av trimum kvinnum, ið eru knýttar av teimum evangelisku Mariasystrunum.

Tær tríggjar fara hesar dagarnar at halda møtir í Klaksvík, Havn, Vági, Sørvági og í Kollafirði, har teir fara at bera fram ein boðskap um Frelsara teirra.

Á ferðini fara tær somuleiðis at greiða frá teirra serstaka andaliga felagsskapi og virksemi, sum upprunaliga byrjaði í týska býnum Darmstadt í 1944.

Evangelisku Mariasystrarnar hava fleiri ferðir áður vitjað í Føroyum. Høvuðsstøðin hjá Mariasystrunum, sum koma úr omanfyri 20 londum, er annars í Týsklandi.

ÚR SUNDURBUMBAÐUM BÝI

Tað kann virka sum ein stór mótsøgn, men mitt í tí sundurbumbaða býnum Darmstadt stovnaðu altso nakrar kvinnur ein bíbilring fyri ungdóm, har serliga nógvar kvinnur fingu eitt kall til eina fulltíðartænastu frá Gudi.
Síðani fór henda vekingin víðari út í heim, og kom eisini til Norðurlond við sama endamáli, sum er at breiða kristiligan lesnað út til tey sum ynskja at liva eitt lív sum Jesu eftirfylgjarar.

Eitt sum sermerkir henda andaliga felagsskapin er bøn og forbøn. Tær biðja Gud um tað sum tørvur er á, og hann svarar teimum, hvørt talan so er um mat, klæðir og øllum til lívsins uppihald.

Loyndarmálið aftanfyri hesi nógvu bønarsvarini er, at einki má vera, sum kann forða fyri, at Gud kann vælsigna. Merkja tær, at bønarsvarið ikki kemur, so rannsaka tær seg sjálva, og biðja um fyrigeving.

– Hetta er gongda leiðin hvørja ferð, ið Gud vælsignar og gevur, verður sagt.

 

KRING OYGGJARNAR
Á hesi Føroyavitjanini koma tríggjar av hesum systrum, systir Mirofora, systir Regina og systir Angelina at hava møtir á hesum støðum komandi dagarnar:

Hósdagin kl. 20 í Libanon í Sørvági

Fríggjadagin kl. 20 í Frelsunnarherinum í Vági

Leygardagin kl. 20 verður kvinnumøti í Meinigheitshúsinum, Havn

Seinasta møtið verður sunnudagin kl. 18 í Missiónshúsinum í Kollafirði.

Við møtini er eitt bókaborð við nógvum góðum bókum.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.