Magn er til reiðar at hjálpa samgonguni at røkka gyltu málum sínum um einar orkugrønari Føroyar, nú SEV alment hevur boðað frá, at elfelagið tekur fyrivarni í ætlanunum at byggja grønu orkukeldurnar út. Hetta tí felagnum er álagt at lækka elprísin við fimm oyrum á nýggjárinum.
Eftir ætlanunum skal øll elnýtsla á landi í seinasta lagi í 2030 skal koma frá varandi orkukeldum, men tað hevur leingi verið greitt, at SEV einsamalt ongan møguleika hevur at røkka hesum málinum.
Hetta hava vit á Magn fleiri ferðir áður gjørt greitt og samstundis bjóðað okkum fram at vera við til at lyfta uppgávuna, uttan at politiski myndugleikin tó hevur tikið ímóti útrættu hondini.
Men tilboðið hjá Magn stendur við og er meira aktuelt nú enn nakrantíð áður.
Tað einasta, ið krevst, er, at atgongdin at framleiða streym inn á elnetið hjá SEV verður liberaliserað, og møguleiki verður hjá nýggjum framleiðarum at selja streymin beinleiðis til brúkaran í fríari og opnari kapping.
Frí kapping merkir, at fleiri herðar verða at lyfta uppgávuna og elvir samstundis til bíligari el til endabrúkaran.
Um Heilsu- og Innlendismálaráðharrin, ið eisini umsitur orkumál, og politiski myndugleikin annars síggja álvaran í málinum og vilja, at tað skal bera til at røkka gyltu málunum hjá samgonguni, eigur henda liberaliseringin av atgongdini til elnetið at kunna fremjast eftir stuttari tíð.
Finn Jakobsen, Tekniskur stjóri