Í september vóru 26.251 løntakarar, árstíðarjavnað, og talið av løntakarum setur soleiðis framvegis nýggj met. Hetta skrivar Hagstova Føroya á heimasíðuni.
Hagstova Føroya » 11. desember 2017
Gongdin í trendinum (t.v.s. rákið í langtíðargongdini) vísir, at ein vøkstur í talinum av løntakarum stendur við. Gongdin hevur verið støðug síðan byrjanina av 2014.
(trýst á myndina, so hon gerst størri)
Sí fleiri tøl í hagtalsgrunninum.
Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum.
Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.
Grein frá Hagstovu Føroya 8 des.2017
753 milliónir vóru útgoldnar í løn í november
Hagstova Føroya » 08. desember 2017
Tølini fyri lønargjaldingarnar fyri november mánaða eru nú tøk í Hagtalsgrunninum.
Í november vóru lønargjaldingarnar, árstíðarjavnað, 753 milliónir, ein 4% øking í mun til sama mánaða í fjør.
Í oktober mánaða vóru lønargjaldingarnar 764 milliónir, sum er tað mesta útgoldið er, ein einstaka mánaða, í ár.
Gongdin í trendinum í mánaðurligu lønargjaldingunum er tó framvegis fyri uppgangandi.
(trýst á myndina, so hon gerst størri)
Dagførd og útgreinað hagtøl um lønargjaldingarnar eru at finna í hagtalsgrunninum her.
Stutt um árstíðarjavning og trend
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.