Alilaksur er sloppin úr alibrúkinum hjá P/F Bakkafrost á Gulanum undir Argjalandinum, aliøki A-06.
Laksurin er nýliga viðgjørdur við lúsaevnininum Slice, og afturhaldstíðin fyri tøku er 2. februar 2018.
Útbreiðsla: laksur, sum er sloppin úr alibrúkinum, kann roknast við at vera farin runt um alt landið.
Vandi: afturhaldstíðin, sum er ásett fyri Slice er ikki farin. Hetta ger at laksurin er óegnaður til matna.
Ráð til veiðufólkið: Fyri at fyribyrgja møguligari smittu í alivinnuni eigur veiddur laksur at latast landstøðini hjá P/F Bakkafrost tilhoyrandi aliøkið á Gulanum ella burturbeinast á tryggan hátt í mun til smittu. Hetta kann vera í tættan plastposa til kommunala brennistøð.
Bakkafrost sigur soleiðis um móttøku av veidda laksinum: Laksur sum onkurvegna er fingin til vega av aliøkinum A-06 á Gulanum, kann latast inn til landstøðina AS-28 hjá Bakkafrost Farming á Vestaru Bryggju í Havn. Formaður á økinum hevur tlf: 23 51 42.
Gevið gætur:
Laksurin er óegnaður til matna, og tað er t.d. ikki ein loysn at goyma veiddan laks t.d. í frystiboks til eftir 2. februar 2018. Hetta tí at heilivágsleivdirnar vera verandi í deyða laksinum.
Kelda: hfs.fo