BankNordik og P/f Varðin hava í dag skrivað undir avtalu, ið ber við
sær, at bankin selur Varðanum høvuðssætið fyri 140 mió. kr. Sølan
broytir tó einki fyri virksemið hjá BankNordik-samtakinum, og tí fara
hvørki kundar ella starvsfólk at merkja nakra broyting.
Tað var í fjør heyst, at Fíggjareftirlitið gav BankNordik boð um at niðurskriva
høvuðssætið í Tórshavn. Í tí sambandi varð høvuðssætið niðurskrivað til 62
mió. kr. í roknskapinum hjá samtakinum – eitt virði, ið var væl lægri enn tað,
sum bankin metti seg kunna fáa, um bygningurin varð seldur. Tí gjørdi bankin
herfyri av at selja høvuðssætið, um eitt nøktandi boð fekst.
Samráðingarnar millum Varðan og BankNordik hava gingið væl, og báðir
partar eru væl nøgdir við avtaluna. ”Hóast bygningurin nú hevur fingið
nýggjan eigara, verður hann framhaldandi høvuðssæti hjá BankNordiksamtakinum.
Á tann hátt fær sølan als onga ávirkan á okkara dagliga virksemi,
og hvørki kundar ella starvsfólk fara at merkja nakra broyting”, sigur
Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.
Keypsavtalan er treytað av góðkenning frá partaeigarunum í P/f Varðanum,
og væntandi verður keypið samtykt á aðalfundi innan eina viku. Umframt
søluna av bygninginum hava partarnir gjørt ein langtíðar leigusáttmála.
BankNordik fer at leiga bygningin í 15 ár við møguleika fyri at leingja tíðarskeiðið
við 5 árum. ”Vit eru fegin um, at Varðin, sum er ein sterk føroysk
fyritøka, hevur víst áhuga fyri hesum langtíðar leigusamstarvi um høvuðssætið,”
sigur Árni Ellefsen. Árliga leigan verður umleið 5 mió. kr., og tað
metir bankin vera rímiligt.
BankNordik varðveitir allan ræðisrætt yvir økinum rundanum høvuðssætið,
meðan samtakið leigar bygningin. Nú søluavtalan er undirskrivað, fer
BankNordik at inntøkuføra 70 mió. kr. fyri skatt í roknskapinum fyri 2018.