Síðani ársskiftið 2014-15 hevur ósemja verið millum Landsverk og TG Verk. Partarnir hava sett fram ávís krøv mótvegis hvørjum øðrum, sum í høvuðsheitum kunnu setast í samband við roknivilluna, ið varð staðfest í desember 2014 og sum bar í sær, at partar av verkætlanini máttu roknast av nýggjum. Sum kunnugt seinkaði hetta byggiarbeiðinum nakað.
Fyri at fáa gongd á arbeiðið og fáa arbeiðsfrið kring hesa stóru byggiverkætlan, hava partarnir sett seg saman at orða eina avtalu, ið skal tryggja, at arbeiðstøkurnar kunnu halda fram. Fyri at hetta kann lata seg gera, mugu ósemjurnar partanna millum skjótast til ber og í seinasta lagi tvær vikur eftir avhending av arbeiðstøkum hjá TG Verki leggjast fyri einum Gerðarrætti at taka støðu til.