Home Fólk & Samfelag Norðoya Listafelag 30 ára

Norðoya Listafelag 30 ára

by OML

Eitt áhugavert og virkið felag, sum fekk eina góða byrjan við nógvum eldhugaðum fólki, ið hava borið nógv til felagið – Norðoya Listafalag hátíðarheldur sín 30 ára føðingardag. Felagið eigur í dag ein listarligan dýrgrip, sum ikki er so lítil við sínum væl fleiri enn 100 verkum.

Eitt vetrarkvøld í november 1985 varð boðið til stovnandi aðalfund í handilsbygninginum á Biskupsstøð. Hetta kvøldið situr Jóan Hendrik Svabo Samuelsen á Klaksvíkar Bókasavni og blaðar í bókum og bløðum.

Oliver Joensen kemur framvið og biður Jóan Hendrik koma á stovnandi aðalfund hjá Norðoya Listafelag. Jú, tað helt Jóan Hendrik vera áhugavert. Men tá ið kvøldið var av, var hann formaður í felagnum, eitt sindur yvirraskaður og tikin á bóli.

Stutt eftir hátíðarheldur deildin hjá Føroya Banka í Klaksvík sín 30 ára føðingardag. Táverandi stjórin, Jóannes Poulsen, valdi at geva Norðoya Listafelag “Kvøld” av Sámal J-Mikines – Ein málningur, sum í dag verður mettur at vera eitt av hansara høvuðsverkum.

Hetta var ein sera góð byrjan og legið lunnar undir eitt vikrið felags- og savningararbeiði hjá Norðoyar Listafelag.

Framsýningar

Tað vóru tey staðbundnu listafólkini, sum byrjaðu at skipa fyri listaframsýning á Norðoyastevnu. Seinni datt hesin siður tíverri niðurfyri.

Í 1985 varð Kunningarstovan sett á stovn í Klaksvík. Kunningarstovan skipaði fyri  listaframsýningum í hølum sínum í Nólsoyar Páls gøtu og eisini framsýningar m.a. í býráðshøllini.

Í samband við framsýningarnar kom hugskotið, at vit áttu at stovnað eitt listafelag í Norðoyggjum, eisini tí at so mong listafólkini vóru hiðani.

Endamálið við felagnum skuldi vera at skipa fyri listaframsýningum m.a. á Norðoyastevnu, at samla føroyska list, serliga við atliti at Norðoyggjum, og at arbeiða fyri at fáa hóskandi hølir at hava listaframsýningar í.

Fyrsta nevndin

Á stovnandi aðalfundinum hjá Norðoya Listafelag 20. nov. 1985, har 21 fólk møttu, varð ein 5-mannanevnd vald. Í henni sótu Jóan Hendrik Svabo Samuelsen, formaður, Heðin Klein næstformaður, Freydis Poulsen skrivari, Ásla Weihe kassameistari og Margith Joensen nevndarlimur. Sum eykalim varð Ísak Mikladal valdur, og Líggjas í Bø varð valdur til grannskoðara.

Norðoya Listafelag hevur, sum frá er liðið, ognað sær hópin av listaverkum, myndum, tekningum og smærri standmyndum, træskurðum og gipsstoypingum.

At kalla hvørt ár síðani felagið varð stovnað, hevur Norðoya Listafelag skipað fyri Norðoyastevnuframsýningini í Skúlanum við Ósánna.

Móttøka

Norðoya Listafelag hátíðarheldur sín 30 ára føðingardag í Spaniastovu 21. nov. 2015 kl. 16 – 18. Á skránni er m.a.

-Jóan Hendrik Svabo Samuelsen, fyrsti formaður felagsins greiðir frá byrjanini. -Jógvan Brim Joensen, hugleiðir um foreldrini, listafólkini Berhard Brim og Poulinu Joensen.

-Hanus G. Johansen syngur eina kærleiksyrking eftir Berhard Brim, sum Bernhard gjørdi til unnustu sína í síni tíð, Poulinu Joensen.

Afturlítandi listaframsýning, tónleikur og leskiligir brellbitar, matsneisir og køkur við onkrum leskandi afturvið er eisini á skrá.

Til móttøkuna spælir ein serlig hornkvintett úr Tórshavn, sum er kend fyri sítt frálíka spæl, horntónleik úr Reyðu Bók, lættan klassiskan tónleik o.a. sum tit kunnu gleða tykkum til.

Hornkvintettin kallar seg KÓJAK, sum stendur fyri Kenneth Jones á trompet, Ólavur Olsen á trompet, Jens Knudsen á trombone, Atli K. Petersen á tuba og Katrin Jørgensen á horn.

Posthúsið

  1. okt. 2013 varð Posthúsið keypt av einum grunni, sum ætlar at húsa ymiskum mentanarvirksemi í Posthúsinum. Teirra millum er ætlanin, at Norðoya Listafelag skal halda til her og hava eitt framsýningarøki, umframt at varðveita ognir sínar í húsinum.

Hetta kemur at fremja betri viðurskifti fyri felagið, so fleiri framsýningar kunnu vera árið runt. Tí kann sigast, at eitt av endamálum felagsins nú er betur rokkið – við at hava fleiri framsýningar her. Samstundis sum virksemið hjá felagnum hevur fingið eina holla staðseting, verður roknað við, at felagið kann gerast enn meira sjónligt og virkið.

Samanumtikið má sigast, at Norðoya Listafelag hevur havt eina sera góða byrjan við nógvum eldhugaðum fólki, sum hava borið nógv til felagið, og eigur felagið í dag ein listarligan dýrgrip, sum ikki er so lítil við sínum væl fleiri enn 100 verkum.

Nevndin

Í nevndini fyri Norðoya Listafelag sita í dag, Dávur Winther, formaður, Heri Ellingsgaard, kassameistari, Archibald Black, næstformaður, Annfríð Winther, skrivari og Armgarð Absalonsen, nevndarlimur. Í Norðoya Listafelag eru um 150 limir.

Móttøkan í Spaniastovu 21. nov. 2015 kl. 16 – 18 er almenn, og eru øll vælkomin.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.