Skiparin er ákærdur fyri brot á kunngerð frá 2008 um manningarásetan á førum minni enn 20 bruttotons í strandarsigling, sum sigla við upp til 12 ferðafólkum, tí
- manningin bert taldi ein, hóast fleiri enn 5 ferðafólk vóru umborð
- hann ikki hevði størra dugnaskaparsprógvið í sigling
- hann ikki hevði góðkent trygdarskeið fyri sjófólk
- hann ikki hevði heilsuváttan fyri sjófólk, og
- tí persónur við dugnaskaparsprógvi í motorpassing ikki var umborð, hóast báturin hevði størri framtøkumegi enn 100 KW.
Felagið, sum eigur bátin, er ákært fyri brot á kunngerð frá 2017 frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerð o.a. til smærri vinnufør, tí felagið hevði ábyrgdina av, at
- báturin sigldi við ferðafólki, hóast siglingarloyvið til ferðafólk ikki var endurnýggjað.
Løgreglan frætti um tilburðin, tá ein kvinna varð flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar, og valdi tí at kanna málið við atliti til trygdina hjá ferðafólkum umborð á slíkum bátum.
Ákæruvaldið hevur síðani avgjørt, eftir at málið hevur verið til hoyringar hjá Sjóvinnustýrinum, at reisa ákæru, og hevur sent málið til Føroya Rætt.