Fíggjarmálaráðið og Kommunulæknafelag Føroya hava í dag skrivað undir semju, har verandi sáttmálar eru endurnýggjaðir fyri trý ár.
Í semjuni liggur, at samlaði kostnaðurin av kommunulæknaskipanini, sum í dag er um leið 65 mió. kr. árliga, fer at hækka upp í um leið 68,2 mió. kr.
Lønarpartarnir hjá kommunulæknunum eru grundgjald, eftirlønargjald og basisgjald, umframt gjald fyri veitingar. Allir hesir partar eru hækkaðir, men eru ikki eins fyri allar kommunulæknar.
Ein serlig hækkan verd at nevna er, at kommunulæknin fær eina hægri veiting, tá ið hann fer út á heimavitjan. Tað fer væntandi at lætta um, nú sjúklingar verða skjótari útskrivaðir av sjúkrahúsunum.
Hartil er avtalað, at partarnir skulu arbeiða víðari við, at viðgera ymisk evni, hetta fyri at betra um samstarvið millum kommunulæknarnar og myndugleikarnar og at betra um tænastuna. Serstakt nevnd eru læknavaktin, samstarvsnevndin og kt-skipanin Cosmic. Hartil verða tryggingarviðurskiftini greinað.
Fíggjarmálaráðið fegnast um, at semja er gjørd, soleiðis at tey, sum hava tørv á læknahjálp, ikki longur skulu liva í óvissuni.
Fíggjarmálaráðið