Men tað er ikki ferðin á búskapinum ella íløgurnar í kommunurnar gera í er trupulleikin, men tað eru heilt onnur viðurskiftir í kunnu føra til óbótaligan skaða fyri land og fólk.
Eitt lítið oyggjasamfelag við einum sera einstáttaðum vinnulívið og vinnubygnaði má arbeiða hart og skjótt tá umstøður eru til at menna og moderniserað landið.
Í einum oyggjasamfelag sum okkara ber ikki til at byggja skúlar og vinnubygningar tá stagnatión er fyri framman, tá hava land og kommunur og samfelagið sum heild nokk við at klára vanligan rakstur. Men hetta førir so til, at vit sum oyggjasamfelag gera íløgur í verða serliga kostnaðarmiklar og harvið renna aftur nógvur peningur inn í landskassan sum skattur, mvg o.a. Bankarnir hava nógvan tøkan útlánskapital, rentan er lág og oljuprísurin er lágur. Privatu vinnufyritøkurnar hava ongantíð áður í Føroya søgu, átt so nógvan tøkan pening sum nú. Tað fer ein risa kapitalkonsentratión fram í samfelagnum sum kundi verið eitt fundamet til at staðið ímótið við hjá stóru vinnufeløgunum.
Sjálvandi fer hækkandi oljuprísir, hækkandi renta og møgulig niðurgongd í laksa- og uppisjóðarvinnuni at ávirka okkara búskap munandi. Men tað sum vit fáa gjørt nakað við er raksturin hjá landi og kommunum og her er tað kunsturin at duga at halda aftur, spurningurin er so um vit sum land duga tað. Kommunurnar eru undir strongum eftirlitið og er loft á teirra virksemið, tí tær bert kunnu lána tað í svarar til eina álíkning. Fleiri av størri kommununum hava langt upp til hetta loft. So tað er ikki her trupulleikin liggur. Haldi heldur ikki at lánihugurin í samfelagnum sum heild er ovurhándsstórur. Eitt anna økið vit kunnu hava fokus á er gongdin í tíðandi vinnugreinum í landinum – eitt nú fisk- og aliivinnuni og ikki minst heimaflotanum og flakavinnuni. Hartil hevur positiva nýggja ídnaðarkollveltingin á uppisjóðarøkinum stóran týdning fyri búskapin og virksemið kring landið, hetta er ein nýggj og blómandi vinna hjá okkum at framleiða sild og makrel á landi til útflutnings.
Løntakarar frá 1985 til 2017 Fakta frá Hagstovuni
Í 2017 eru tað 4.500 fleiri løntakarar enn tað vóru í 1985. Tað eru heili 1.700 færri fólk í fiskivinnuni, innan fiskavirking eru tað 612 færri enn í 1985. Sostatt eru tað í dag 2.300 færri løntakarar innan fiskivinnu og fiskavirking enn í 1985. Í dag eru tað omanfyri 900 fólk fleiri innan ali-kryvjivirkir enn i 1985. Í 1985 vóru sløk 30% av løntakarunum innan fiski og alivinnuna í dag er hetta talið einans góð 15% (Sjá talvuna her á síðuni)
Vinnubygnaðurin í landinum og framtíðar inntøkur
Um vit sum lítið oyggjasamfelag, ynskja ein rímiligan støðugan búskap so er neyðugt alla tíðina at royna at finnan nýggjar inntøkukeldur og vinnugreinar og ikki minst menna tær valuta skapandi vinnugreinarnar, ferðavinnu, ali- og fiskivinnu og framleiðslu og ikki minst maritimu vinnuna, sjófólk, shipping og offshore vinnuna.
Millum niðurlaðing, kapitalkonsentratión, sosialistiska ognartøku og superkapitalistar
Tað má sigast at vit sum samfelag eru komin i eina margháttliga støðu á aðrari síðuni hava vit teir reyðu i fyrst deildu út milliardavirðir uttan mið og mál og á hinari síðuni hava vit superkapitalistarnar sum sig at vit skulu hava stórar og sterkar fyritøkur ið skulu hjálpa teimum lítlu. Tíðin er farin frá tíð at ein maður keypir eitt skip. Aftur til tey reyðu sum deildu út nýggj makrelvirðir uttan mið og mál, nú fara hesi so inn og drena stóru feløgini nú er alt fari av sporinum. Tær smáu fiskivinnufyritøkurnar eru farnar í sor gjøgnum eina kreppu ið hevur vara í eini 15 ár. Tær stóru fyritøkurnar í høvdu nógv at standa ímóti við og keypa upp ella stuðla minni vinnufyritøkur verða nú eisini raktar av hesi sosialistisku umfordeiling og mest av øllum minnir um afrikanskar einaræðisharrar. Eg má siga at munur var á visionerum politikarum ið gjøgnumførdu føroysku ídnaðargerðina av okkara samfelag. Atli Dam sáli visti um vit skuldu fiska meira so skuldi nýhugsan til har toskur og hýsa skuldu gjalda til hini fiskasløgini so eitt nú upsi, brosma o.a. bleiv fiska. Eisini vistu teir gomlu at skuldi tú byggja eitt ídnaðarsamfelag so var neyðugt við stuðli til skipabygging o.a. . Ikki so okkurt gekk eisini galið tá, stuðulin bleiv ov nógvur og tapini fyri landið stór, men vit fingu eitt vælferðarsamfelag við nýggjum skipum og flakavinnu og komu á marknaðirnar í USA, Týsklandi og Onglandi við góðum frystum fiskavørum.
Í dag hava vit eina ráðandi statt sum so ella so, alt teirra lív hava liva i almenna ella hálvalmenna geiranum fígging / trygging v.m. . Hesi siga í dag, at eingin stuðul skal verða í okkara høvuðsvinnu – Vita tey ikki at øll lond í Vesturevropa í hava eitt vælferðarsamfelag hava stuðul inni til matvøru framleiðandi vinnurnar, tað veri seg fiskivinnu, landbúnað o.a.
Báðar strategiiernar eru óhugnaligar
Um vit sum land skulu fóta okkum aftur er neyðugt at vit ikki framhaldandi niðarlaga okkara høvuðsvinnu so ógvusliga tá vit einki annað hava at seta ístaðin. Í Føroyum hava vit altíð havt eina sera vánaliga avlønan av okkara høvuðsvinnu kapitalapparatinum (íløguni í skip). Men við fleiri rættindum er hetta broytt munandi fyri einstakar vinnubólkar. Hetta kann verða bæði sunt og gott um hesi feløg framvegis kunnu gera skilagóðar íløgur og hava nakað at standa ímóti við. Men ovurhonds kapitalkonsentratión í fáum stórum vinnufyritøkum í landinum verður ongastaðni um okkara leiðir mett at verða heppi, og tá man so samstundis mælir til subsituering sum vanliga verður mett ólógligt so er heilt galið. Hinvegin hevur vinstravongurin og Framsókn so tosa um at nýggir skulu inn. Samstundis er hópin av vinnulívsmonnum riknir úr vinnuni soleiðis at tað er eitt fatal av smærri privatriknum fiskivinnufeløgum, man hevur í ringastu krepputíð áhaldandi skorið í rættindunum og møguleikum hjá fleiri vinnufeløgum samstundis sum man hevur býtt út, púra uttan mið og mál og uttan at hýggja hvørji atlit skuldu takast vísandi til fiskivinnulóggavuna. So her er heilt galið baði við reyðustrategiini við at drena kapitalsterkar fyritøkur og superkapitalistusku sjónarmiðunum. Tað sum vit hava sæð seinastu árini er ein politikkur sum liggur so langt frá endamálinum hjá ymisku flokkunum at ein má spyrja hvussu kundi hetta henda.
Vesturlendskt oyggjasamfelag í drepur høvuðsvinnuna kann fáa serstórar framtíðar avbjóðingar
Eg havi fleiri ferðir áður víst á hví tað er so umráðandi at hava nógv fólk í primeru maritimu vinnuni og skulu vit hava eina fiskivinnuframleiðslu við vanligum vinnumynstri so ber ikki til at gera hetta uttan at økja munandi um rættindini hjá heimaflotanum ella veita stuðul tá kreppa er og til nýíløgur.
Um tað framhaldandi fara so nógv fólk úr fiskivinnuni fáa vit til endans fá reiðaríðir, fáar sjómenn, navigatørar, maskinmenn o.a. í kunnu ríka okkara land við teirra inntøkum frá arbeiði í sjóvinnuni uttanlands og undir Føroyum. Færri skip føra eisini til at minni verður til smiðjur og tænastuvinnurnar og harvið eru ringvirknaðirnir øgiligir við at oyðileggja okkara fiskivinnu.
Óli M. Lassen – 24.FO