Forsíðan á Portal.fo í morgun var syndarlig: Línubáturin Sigmundur lagdur, trolarin Sjúrðarberg seldur av landinum, 40-50 fiskimenn uppsagdir…. alt av fiskivinnuskipanini hjá sitandi sosialistisku samgongu við Tjóðveldi, Javnaði og Framsókn.
Á somu forsíðu skrivar Jónleif Johannesen, javnaðartingmaður, at “Hetta er ein partur av spælinum” í fiskivinnuni.
Jónleif er úr Dali. Onkur kundi upplýst hann um, hvussu føroyingar og løgtingið stríddust fyri at bjarga “Dalstrolarunum”, tá ið teir tíverri fóru av knóranum fyrst í 1990-árunum.
“Spæl” kalla Jónleif og samgongutingfólk í dag sín egna politiska ólevnað.
Men meinigi føroyingurin kallar tað heldur at “spæla við eld,” so alt Føroya fólk fer at brenna seg svárt, at “spæla høgt spæl” ella “spæla hazard” við fiskivinnuni, ið vit øll liva av, men sum landstýrið ætlar at niðurlaga, so hon bløðir út, og fleiri manningar verða sendar til hús.
Onkur hevði kallað hetta “spæl” samgongunar glantrileik, skemt uttan minsta álvara í.
Nú hómast ein kreppa fyri framman. Útflutningsvirði Føroya er minkað 500 mió, t.e. 1/2 miljard, krónur (eitt heilt Landsjúkrahús ella allur Fólkaskúlin mist á stokkinum) longu fyrra hálvár 2018.
Hesin øðiliga peningamissur er lutvíst ein tilætlað kreppa, ið er snikkað til av hesi samgonguni við sosialistiskum hugsjónum.
Tit samgongufólk bera tykkum at, sum “Umsiting av havfeingi” (á normalum føroyskum “fiskivinnupolitikkur”) er bert ein glantrileikur.
Vit meinigu føroyingar halda tykkara planbúskap vera byrjanin til ein sorgarleik.
Vit óttast útlitini, ið Føroya fólk starir beint í eyguni, meðan samgongan “spælir”.
Hans Joensen, form.
Havnar Framburðsfelag