Home VinnutíðindiFiskivinna Eru allir toskastovnarnir minkaðir 50-100 % í veruleikanum ?

Eru allir toskastovnarnir minkaðir 50-100 % í veruleikanum ?

by OML

Nú fari eg at skriva um, hvat er hent við toskastovninum eftir at fiskurin er settur á XL ark. Føroya søga og gamla vitanin, um fiskarí er løgd á hillina og blívur ikki tikin við. Ja hetta er tað sama, um ein  bert hevur lisið um fótbólt, og gevur seg út fyri verða professionellan spælara. skrivar Eyðun Hansen

Hava kvotur og friðingarnar oyðilagt allar toskastovnarnar ?

Hví minkaði toskastovnarnir ikki í 1960 -70árinum tá mest bleiv fiska ?

Eg havi altíð havt áhuga í fiskaríi. Tey seinastu árini havi eg lisið og kanna nógv um fiskarí, serliga um toska fiskarí.

Eyðun Hansen

Natúran hevur næstan alt at siga, men vit kunnu hjálpa natúruni, við at taka toppin omanav, tá fiskastovnarnir eru stórur. Annars etur fiskurin føðina skjótt, eisini blívur smærri fiskur og yngulin etin. Hettar gerð, at stovnurin blívur ov lítil, og fiskaloysi blívur.

Um ein stórur toskur etur, 3 fiskar um dagin, etur hann1000 millumfiskar um árið, sum hava eti 1000 smáfiskar, sum aftur hava eti 1000 toskamurtar, sum eta 1000 yngul. So man má fiska av tí stóra toskinum, fyri at fáa allar toska stovnarnir, uppá sama støði  aftur, sum var áðrenn ICES byrjaði

https://youtu.be/v-nBpIyjidc

Aftaná at eg hevði lisið, 100 ár við ICES í Barentshavinum, sum Harald Yndestad, Norskur granskari hevur skriva, og funnið nakað áhugavert, ringdi eg,  til Osmund Justinussen og spurdi hann, hvussu nógv ár var ímillum, el ninu. Hann fortaldi, at tað var ójavnt, og  hvussu kraftigar tær vóru, men ímillum 5 og 20 ár.

Og so segði eg, at ein norskur granskari skrivaði, at temperatururin í Barentshavinum, broytis millum heitt og kalt  tíðarskeið, við ímillum bilum, uppá 6 til 18 ár og tað ávirkar føðina hjá toski og hareftir, støddina á toskastovninum. Teir visti ikki hví broytingarnar vóru, men hildu at tað var okkurt við jørð rotasjónina og mánan at gerða.

So teir ivaðist í, um útrokningar mátin, teir brúktu uppá fiskastovnin og kvotur er rættur.

Bæði Osmund og Harald eru einigir í, at hevur met náttúran, á virkan á fiskastovnarnar.   https://blog.hials.no/harald/author/hy/

Tað sum Harald skrivar, líkist nógv tí sum Osmund hevur skriva um El Nino. Granskarin hyggur aftureftir og  Osmund hyggur fram eftir og er nógv ár frammanfyri norska granskarin.

Eg tók okkurt um makrel við, tí havstovan sigur, at makrelur ikki etur smáan tosk og yngul

Makrellen er en utpreget stimfisk og stimene kan bli enorme. Det er rapportert om stimer som er 9 km lange, 4 km brede og 40 m dype.[4] Av og til inngår andre arter, som taggmakrell, i stimene. Om sommeren lever makrellen pelagisk i de øvre vannlagene, mens den om vinteren oppholder seg på 200–250 m dyp. Den er hovedsakelig utbredt i kaldt og temperert vann over kontinentalsoklene. Arten foretrekker en vanntemperatur høyere enn 6 °C.

Den viktigste føden for makrell er plankton, for eksempel hoppekreps og krill, som siles ut av vannet ved hjelp av gjellene. Den tar også krabbelarverpilormersildefisker og torskefiskerKannibalisme er heller ikke uvanlig. Under overvintringen tar makrellen til seg liten eller ingen næring.[5][3]

Kelda : wikipedia.NO.          Sum sæst etur makrelur eisini, smáar toskar.

Tað er skaðiligt fyri alt, tá makrelurin støvsúgvar okkara grunnar. Tá má fiskurin fara aðrastaðni, at finna føði,

https://www.smp.no/meninger/kronikk/2018/02/20/Eventyr-eller-%C3%B8kologisk-katastrofe-16136654.ece

Hvussu kunnu fiskifrøðingar, gerða eina stovnsmeting, av toskastovninum, tá teir ikki visti nakað, um tann 6- 8 ára gamla toskin, sum byrjaði at koma inn á Føroyagrunnin fyri 3½ – 4 árum síðani og heldur ikki hvar í toskurin er komin frá.

Og fiskifrøðingarnir nokta fyri, at toskurin er eisini uppí sjógvin, eftir føði.

Havstovan veit eisini, at toskur er uppi sjóðnum, í kantinum á landgrunninum.

Tað var eisini vanligt fyrr, at brúka flótitrol, at fiska tosk við.

Tað sama hendi, mitt í 90inum, tá kom ongin forkláring, hvar fiskurin kom frá, um tú hyggur inn á hav.fo  er alt um tosk, tikið vekk frá 1991 til 1998 , so fólk sum ætla, at lesa nakað, verða noydd á bókasavni ella á tidarid.fo

Kunnu granskarar bara goyma tøl, skriv og feilir. Sum teir hava gjørt.

https://www.kystmagasinet.no/nyheter/fant-torsk-der-havet-er-flere-tusen-meter-djupt/

Dýpið Norðanfyri Føroyar, gongur heilt norð til har, sum Norskir granskarar, fiskaðu tosk, uppi í sjóðnum. Kanska er tað Føroyskur toskur.

Tað hava altíð verði ójavnt við fiskaríi. Fiskifrøðingar hava ongantíð, uppbygt nakran fiskastovn, undir Føroyum og tað koma teir ongantíð, at gerða. Natúran hevur orna, tað sjálv í nógvar øldir.

Havstovan sigur altíð, at ongin fiskur er, tí at veiðutrýsti er ov høgt, men sigur ov lítið, um natúr viðurskiftir og tempratur, tá tað er ílagi, kemur føði og fiskur inn aftur á grunnarnar.

https://scontent.ffae1-1.fna.fbcdn.net/v/t34.18173-12/18945369_1525312324154395_762488562_n.jpg?_nc_cat=0&oh=893ab133d7fc5426b4ead3770b65e46a&oe=5B656488

 

https://scontent.ffae1-1.fna.fbcdn.net/v/t34.18173-12/18835369_1323917804361762_268284955_n.png?_nc_cat=0&oh=24adedd936fc0c690df35bcbcdcb8ab8&oe=5B65547C

Nebbasildin hevur verði vekk í nógv ár, men byrjaði at koma aftur í 2014-15.   Onnur myndin er tikin í geiranum norð úr Fugloy í mars 2017 og hin norðvestur úr Mýlingi í apríl 2017.  So nógva nebbasild hava fiskimenn, ongantíð sæð í netinum fyrr.

Men eftir at ICES og kvotur komu á, seinast í 70inum og fyrst í 80inum, er alt toska fiskaríi minka ímillum  50 – 100 % Við einum undantakið, tað er í Barentshavinum.

Í øll hesi 40 árini, hava londini sum hava kvotur, stríðs ímóti snýtið og  útblaking av fiski, uttan at koma á mál.

Sjálvt um teir brúka 100 tals milliónir til eftirlit

http://www.vp.fo/news-detail/news/news/detail/ein-tridingur-av-oellum-fonginum-verdur-utblakadur/#.W0XCaUtArmw.facebook

https://fiskeribladet.no/nyheter/?artikkel=59620

Fiskidagaskipanin bleiv gjørd til, at taka meira fisk upp av grunninum, tá fiskur og føði er á grunninum, og minni tá lítið av føði er á grunninum. Og hevur rigga heilt gott, og er burðardygg, men fiskifrøðingar hava altíð mótarbeitt skipanini, og koma ongantíð at stýra náttúruni.

Og er einasta fiski skipan, har ongin fiskur blívur út blakaður og gevur røtt hagtøl

https://www.dn.no/nyheter/2018/02/16/0651/Fiske/-det-er-sa-graverende-at-du-bare-ma-flire

Allastaðni har kvotur hava verði á, hevur tað verði ein stórur økonomiskur missur hjá øllum londunum, uttan í Norra. Men hini londini hava nógvar aðrar sterkar vinnur, so skaðin sæst ikki so gott. Men Føroyum, sum ikki hevur so nógv, bein at standa á, kemur tað at verða ein, stór ólukka.

Nú havi eg hugt eftir, hvat er hent við toskastovninum, eftir at kvotur eru komnar á.

Um kvoturnar ikki vóru avtiknar í 1996 so var toskaveiðan undir Føroyum minka sama sum aðrastaðni og nógv útblaking hevði verði.

Í fiskaríi undir Føroyum eru upsi, toskur og hýsa samanblandað, so tað bleiv nógv, av fiski vekk, tá kvotur vóru á.

Høvdu tær bestu fiskileiðirnar, ikki verið stongdar undir Føroyum, høvdu skip og bátar fiska nógv meira, av øllum botnfiskasløgum. Men nú er lættari hjá fiskifrøðingum at siga, at fiskastovnarnir eru so lítlir.

Sum sæst á talvunum, er toska fiskaríi minka allastaðni ímillum 50 og 100 % uttan í Barentshavinum.

Tað sæst eisini á talvinum yvir Føroya banka, sum Havstovan einsamøll hevur umsiti síðani 2006.

Kann Havstovan ella ICES, vísa á nøkur onnur økir, enn Barentshavið, har tað er meira toskur fiskaður, eftir at kvotur komu á  ?

http://jonkr.mmedia.is/english/CanadaCod.pdf

Eg leggi nakrar talvur við, næstan allar frá ICES við, so kunnu tey sum eru áhugaði, sjálv meta um fiskifrøðin hevur sviki.

Vestmanna  12 08 2018

Eyðun  Hansen

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.