Home Fólk & Samfelag ER BILURIN VETRARKLÁRUR?

ER BILURIN VETRARKLÁRUR?

by OML

Hálkan kemur oftani óvart á okkum. Knappliga ein morgun, tá tú skalt til arbeiðis, er svarthálka. Tað eru alt ov mong, ið taka kjansir í koyring á vetri og bíða ov leingi at fáa vetrardekkini á. Eru vetrardekkini ella píkadekkini ikki komin á, økist vandin beinanvegin fyri ferðsluóhappi. Tí ræður um at vera væl skøddur í góðari tíð.

Sambært kanningum hjá Landsverki seinnu árini eru tað alsamt fleiri bilførarar, sum velja vetrardekk fram um píkadekk. Av tí at  summardekk eru gjørd úr slíkum tilfari, sum harðnar, tá tað er kalt, eru øll vetrardekk betri enn summardekk um veturin. Tí eiga øll at nýta vetrar- ella píkadekk, tá vit nærkast kuldastigunum.

Í Føroyum er tað loyvt at koyra við píkadekkum í tíðarskeiðnum frá 16. oktober til 30. apríl

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.