Stýrið í Kringvarpi Føroya hevur eftir innstilling frá eini setanarnevnd avgjørt at seta Ivan Hentze Niclasen í starv sum stjóri í kringvarpinum.
Ivan Niclasen er 58 ár og hevur útbúgvin sum cand.mag. í søgu og hevur eisini tikið eina masterútbúgving í globalisering og integratión.
Ivan Niclasen hevur starvast innan sjónvarps- og útvarpsmiðlar síðan 1991 og hevur drúgvar royndir í Kringvarpinum, m.a. sum programleiðari og tíðindaleiðari.
kelda kvf.fo