Níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár vóru bæði innflutningur og útflutningur umleið 5,6 mia. kr. Samanborið við sama tíðarskeið í fjør er innflutningurin vaksin við 270 mió. kr. ella 5%, meðan útflutningurin hinvegin minkaði við 764 mió. kr. ella 12%.
Hagstova Føroya » 16. november 2018
Árini frammanundan hevur verið stórur árligur vøkstur í útflutninginum, frá 2014 til 2015 við 8%, frá 2015 til 2016 við 17% og frá 2016 til 2017 við stívliga 7%.
Í innflutninginum er vøkstur í øllum høvuðsvørubólkum uttan akførum, har tað er ein lítil minking við 2%. Størsti vøksturin bæði í krónum og í prosentum er í brennievni, har vøksturin var 268 mió. kr. ella 38%. Síðani í maskinum og amboðum við 206 mió. kr. ella 34% og í tilfari til byggivinnu við 153 mió. kr. ella 31%, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
Í útflutninginum vaks virðið av toski, upsa og hýsu við tilsamans 66 mió. kr. ella 7%. Hinvegin var stór minking í útflutninginum av laksi við 604 mió. kr. ella 21% og uppsjóarfiski, makreli, sild og svartkjafti, við 420 mió. kr. ella 38%.
Verður samanborið millum nøgd og virði av fiskavøruútflutninginum, var minkingin í virði 15% og í nøgd 8%.
Hagtølini um innflutningin og útflutningin eru dagførd og útgreinað í hagtalsgrunninum her.