Home Fólk & Samfelag Tey flenna at tær

Tey flenna at tær

by OML

Fjúrtanda September Samgongan við javnaðarløgmanni á odda brýtur seg nú inn á fólkapensjónina og fíggjarligu korini hjá lesandi. Hetta skrivar Edmund Joensen Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Áðrenn valið søgdu tey eitt, men nú tey eru komin til valdið, gera tey beint øvugt.

Hetta er arbeiðsmátin hjá Fjúrtanda September Samgonguni, og tað gongur sjón fyri søgn.

Stór lyftisbrot

Áðrenn valið segði Javnaðarflokkurin seg vera samríkisflokk, men eftir valið kastaði hann saman við ringastu loysingarflokkum og setti eina loysingargrundlóg á dagsskrá.

Nú síggja vit eisini, hvussu ein fullveldissinnaður Javnaðarflokkur brýtur seg inn til tey lesandi og pensjónistar eftir pengum.

Tey lesandi skulu ikki hava loyvi at arbeiða ov nógv – hóast mangul er uppá arbeiðsmegi nógvastaðni. At Rigmor Dam í panikki dróg í land aftur, er bert ein stokkutur hiti. Sparigin á 1,5 mió. kr. fer at raka á onkran annan hátt.

Og grundupphæddin í fólkapensjónini skal skerjast – hóast inntøkurnar til Føroya eru upp á sítt mesta.

Vorðið sum jólagáva til ung og eldri her á landi!

Er hetta veruliga tað, sum Javnaðarflokkurin – okkara gamli samstarvspartnari – hevur at bjóðað veikum bólkum?

Hvat høvdu Petur Mohr Dam og aðrir fedrar hjá Javnaðarflokkinum sagt, um teir vistu aftur til sín? Hesir samríkispolitikarar, ið stríddust fyri at stovnseta fólkapensjónina saman við donsku stjórnini. Nú undirgrevur Javnaðarflokkurin hesa grundsúluna í vælferðarsamfelagnum!

Alternativ Sambandsfloksins

Í áravís – og eisini upp undir fólkatingsvalið og løgtingsvalið – hevur Sambandsflokkurin ført fram, at í Ríkisfelagsskapinum eiga vit at byrja eina tilgongd, har ið vit verja felagsmálini (tvs. fólkapensjón, sjúkrahús og ávísur partur av almannamálum) og fáa tey upp á felags støði.

Setningur okkara er: FELAGS STØÐI Í FELAGS MÁLUM.

Tey flenna

Tjóðveldisfólk flentu at hesum. Summi fingu ”ilt í hjartað”. Eisini javnaðarfólk slóu ætlan okkara upp í glens. Hetta var skomm, søgdu tey.

Nú síggja vit avleiðingarnar.

Tey, sum flentu, eru komin til valdið, og nú flenna tey eisini eftir teimum lesandi og teimum eldru.

Alternativið hevði verið, at Sambandsflokkurin í Tinganesi verjir felagsmál og veitingar til veiku bólkarnar.

Eg má siga, at man øtast av Javnaðarflokkinum.

Hvar er sosiali profilurin?

Hvar er flokkurin, sum segðist vera samríkisflokkur?

Hvar er løgmaður?

Edmund Joensen

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Kelda:samband.fo 29. november 2015

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.